Leikurin “Den Stundesløse” við føroysku Sofíu Nolsøe hevur leygardagin frumsýning á stóra pallinum í Folketeatret í Nørregade í keypmannahavn.
Sofía Nolsøe er sjónleikarakvinna og útbúgvin á Statens Scenekunst Skole í Keypmannahavn, nú spælir hon leiklutin, sum Leonora í Holberg leikinum “Den Stundesløse”.
Tað er Henrik Koefoed, ið spælir leiklutin sum Vielgeschrei, ið heldur seg hava so nógv um oyrini hóast hann als einki hevur at gera. Í sínari ørkymlan rennur hann frá einum til annað uttan mál ella mið.
Leikluturin hjá Sofíu er sum dóttir Vielgeschrei. Vakra unga Leonorar sleppur ikki at gifta seg við tí hon elskar, tí pápin vil, at hon skal giftast við einum bókhaldara. Hetta vil tænastugentan Pernilla ikki lata um seg fara, og í samráð við ónyttuna Oldfux finnur hon uppá líkt og ólíkt. Alt í alt verður tað til eitt øgiligt rok, ið sigst at vera serstakliga stuttligt í sínum ørskapi.
Leikurin er ein tann stuttligasti hjá Holberg.
Í leikinum spælir Sofía saman av nøkrum av heilt væl dámdu nøvnunum á danska sjónleikarapallinum Henrik Koefoed, Cecilie Stenspil, Sonja Oppenhagen, Nikolaj Bjørn-Andersen, Tom Jensen, Henrik Weel, Ole Thestrup, Søren Hauch-Fausbøll, Morten Christensen og Anders Heinrichsen.
Leikurin gongur frá 1. februar til 8. mars