- Har indkaldt lederne af de blå partier til møde i aften kl 21. Så må vi se om regeringen fortsat har flertal til at være regering...#dkpol
Tað vóru boðini, ið Lars Løkke Rasmussen legði út á Twitter 23. februar 2016, og fekk danska fjølmiðlaheimin at steðga á eina løtu, og spekulera um val var í nánd.
Boðini vóru ikki longri enn 138 tekn, men enn einaferð vísti tað styrkina hjá sosiala miðlinum Twitter at fáa ein boðskap út millum manna.
Sosiali miðulin, ið bara loyvir brúkarum at skriva boð, ið eru undir 140 tekn, hátíðarheldur í dag, at tað eru 10 ár síðani, at fyrstu boðini vórðu løgd út á miðilin, ið tá kallaðist twttr.
Hóast miðilin ikki hevur vunnið serliga hevd í Føroyum, so verður hann nógv brúktur aðrastaðni í heiminum, har tað serliga eru politikarar, miðlar og onnur, ið brúka miðilin at fáa skjót tíðindi út.
Tað hevur eisini verið á sosiala miðlinum, at nakrar av størstu hendingunum síðstu árini fyrst eru fráboðaðar.
Millum teirra var tá Mars Phoenix Lander 20 juni 2008 fann ís á Mars, og NASA bar boðini til allan heimin gjøgnum Twitter.
Ella tá pakistanski brúkarin Sohaib Athar skrivaði, at tyrlur vóru yvir Abbottabad klokkan eitt um náttina. Tað vísti seg seinni, at vera servandar amerikanskar herdeildir, ið funnu og drupu Osama bin Laden.
Barack Obama brúkti eisini Twitter í 2012 at fortelja, at hann varð vorðin afturvaldur.
- Four more years, skrivaði forsetin tá.
Í 2011 spældi sosiali miðilin ein týdningarmiklan leiklut í arabiska várinum, tá fólk í fleiri arabiskum londum reistust móti einaræðisharrum.
Tað var eisini á Twitter, at amerikanska blaðið The Boston Globe 15. apríl 2013 skrivaði, at tveir stórir brestir hoyrdist nærhendis mállinjuni í The Boston Marathon.
Semja um altjóða sáttmálar eru eisini fyrst fráboðaðar á Twitter. Tað var har, at iranski uttanríkisráðharrin, Javad Zarif, fortaldi verðini, at ein semja varð gjørd um kjarnorkuvápnini hjá Iran.