Landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur úttikið liðið, sum skal umboðað Føroyar í NM og EM kappingum fyri U16 lið í august og september.
Spælararnir, sum eru úttiknir, eru: Brynjálvur Nielsen, NSÍ, Kristian Poulsen, B68, Gisli Dánjalsson, Royn, Hallur Dam Joensen, Sumba, Karstin Joensen, Hjalgrím Elttør, Símun Joensen, KÍ, Jón Rói Jacobsen, Vagnur M. Mortensen, Teitur Ellingsgaard, HB, Elfinn Ørvarodd, SÍF, Bárður Johannesen, Niels Joensen, Poul Næss Joensen, B36.
U16 liðið skal verða við í NM kapping á Akureyri í Íslandi frá 2. til 9. august og í EM-kapping, sum verður í Føroyum frá 7. til 13. september.
Næsta týsdag verður venjingarlega á Svangaskarði og spælararnir verða saman í tríggjar dagar.