U17: 20 boðsendir til kapping í Estlandi

Venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar til UEFA menningarkapping, sum verður í Estlandi mánaðarskifti apríl-mai, skrivar Fótbóltssambandið

Estland, Kasakstan og Ný Kaledónia vera mótstøðuliðini, tá U17-dreingirnir í næstum fara til UEFA menningarkapping í Estlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar til UEFA menningarkapping, sum verður í Estlandi mánaðarskifti apríl-mai, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tað verður ein nýggj og spennandi mótstøðu, ið føroyska U17-landsliðið við dreingjum skal royna seg ímóti, tá liðið fer til Otepaa í Estlandi frá 24. apríl til 1. mai, har UEFA menningarkapping verður á skránni hesar dagarnar.

 

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Kasakstan og Ný Kaledónia, sum er ein oyggj, ið liggur eystanfyri Avstralia, við í kappingini. Eyðun Klakstein er venjari hjá U17-dreingjunum, og hann hevur nú úttikið 20 spælarar til kappingina í Estlandi.

 

Føroyar leggja fyri týsdagin 26. apríl ímóti Estlandi, 28. apríl verður spælt móti Ný Kaledónia, og seinasti dysturin verður sunnudagin 1. mai, tá mótstøðuliðið er Kasakstan.

 

Hópurin:

 

Sámal á Steig, 07 Vestur

 

Pætur Akselsen, 07 Vestur

 

Jónas Prior, 07 Vestur

 

Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur

 

Mattias J. Hellisdal, B36

 

Bartal Páll Klein, B36

 

Finnur Johannesen, B36

 

Silas Larsen, EB/Streymur

 

Pætur Róason, HB

 

Andrass Henriksen, HB

 

Jónas Samuelsen, HB

 

Djóni Samuelsen, HB

 

Baldur Niclasen, HB

 

Thomas Bjørn Miezan, HB

 

Ingi Arngrímsson, Víkingur

 

Bjørn Bjarkhamar, Víkingur

 

Árni Nóa Atlason, Víkingur

 

Aron Benjaminse, Skála

 

Markus Isaksen, Skála

 

Torkil Holm, TB

 

Estland, Kasakstan og Ný Kaledónia vera mótstøðuliðini, tá U17-dreingirnir í næstum fara til UEFA menningarkapping í Estlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen