U17: Hópurin til EM í Ísrael úttikin

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Ísrael í komandi mánað, skrivar Fótbóltssambandið

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Ísrael frá 7. til 17. mars - Mynd: www.FSF.fo

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Ísrael í komandi mánað, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í døgunum 7. til 17. mars fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Ísrael, har liðið skal spæla EM-undankapping. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Norðurírland og Luksemborg eisini í bólkinum.

 

Hópurin hevur fyrireikað seg væl til kappingina, við venjingum, venjingarlegum og dystum, sum hava verið móti liðum í Betri Deildini, og áðrenn fráferð verður ein venjingarlega afturat á skránni, umframt ein venjingardystur.

 

Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við hjálparvenjarunum, Jákupi Mortensen og Jacobu Langgaard, er nú greitt, hvørjar tær 20 eru, ið eru boðsendar til EM-undankappingina í Ísrael.

 

Hópurin:

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36

 

Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur

 

Lea Tórarenni, HB

 

Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB

 

Astrid Mittfoss, HB

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB

 

Jórun Najma Patawary, KÍ

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

 

Anna Katrina Mikkelsen, Vildbjerg SF (Danmark)

 

Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík

 

Katarina Berg Mikkelsen, Skála

 

Jakobina Bergsdóttir, Skála

 

Ingrið Berg Rasmussen, Skála

 

Sólja Ernstdóttir, Skála

 

Skráin:

 

10. mars Føroyar – Ísrael

 

13. mars Norðurírland – Føroyar

 

16. mars Luksemborg – Føroyar

 

Nógv er á skránni hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum í hesum árinum. Í apríl skulu tær til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina, og um mánaðarskifti juni-juli er NM á skránni í Noregi. Og harafturat skulu tær aftur til eina EM-undankapping í heyst.

 

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Ísrael frá 7. til 17. mars - Mynd: www.FSF.fo