U17: Hópurin til EM-undankapping í Onglandi er úttikin

U17-landsliðsvenjarin, Christian Høgni Jacobsen hevur úttikið 18 spælarar

Mynd: Finnur Justinussen

FSF skrivar:

 

Christian Høgni Jacobsen hevur úttikið 18 spælarar, sum seinni í mánaðinum skulu umboða Føroyar í EM undankapping í Englandi

 

——————

 

– Hetta eru trý góð lond, sum vit skulu spæla ímóti, men vit trúgva altíð uppá møguleikan at fáa eitt gott úrslit, og fara sjálvandi eftir at vinna bólkin ella at blíva nummar 2, so vit í næstu EM undankapping eru í deild A.

 

Tað sigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til England, har EM undankapping er á skránni.

 

Londini í bólkinum eru England, Estland, Ísrael og Føroyar. Dystirnir verða spældir á St. George’s Park, ið er venjingarmiðdepilin hjá enska fótbóltssambandinum.

 

Av teimum 18, sum hesaferð eru boðsendir, eru fýra, sum spæla í Danmark. Talan er um Jákup Poulsen úr Esbjerg fB, William Hansen úr Hvidovre IF, Nóa Klein Joensen úr Randers FC, og Dennis Anghel, sum spælir fyri Sønderjyske Fodbold. Skrivar FSF. 

 

Hópurin

Axel Holm Simonsen, B36

Bjarti Johansson Hansen, B36

Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur

Mathias Eikhólm Andersen, EB/Streymur

Samuel Iurelli, FC Suðuroy

Tummas Jákupsonur Joensen, FC Suðuroy

Edvard Falkenberg, HB

Dánjal Müller, KÍ

John Ziska Joensen, KÍ

Jóel Tróndargjógv, NSÍ

Markus Klein Danielsen, NSÍ

Djóni Min Øre, Víkingur

Rósing Sverrason Toyt, Víkingur

Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur

Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)

William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)

Dennis Anghel, Sønderjyske Fodbold (Danmark)

 

Dystaskráin

25. mars England – Føroyar

28. mars Føroyar – Estland

31. mars Føroyar – Ísrael

 

Mynd: Finnur Justinussen