U17-hópurin til NM úttikin

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin, ið um mánaðarskifti juni-juli fer til NM í Noregi, boðar Fótbóltssambandið frá

Um mánaðarskifti juni-juli fer U17-landsliðnum við gentum til NM í Noregi - Mynd: www.FSF.fo

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin, ið um mánaðarskifti juni-juli fer til NM í Noregi, boðar Fótbóltssambandið frá. 18 spælarar vera í føroyska ferðalagnum, sum síðst í hesum mánaðinum setir kós móti Lillestrøm í Noregi, har árliga NM kappingin fyri U17-landslið við gentum verður á skránni. Fari verður úr Føroyum 29. juni, og fyrsti dysturin í kappingini verður 1. juli, tá mótstøðuliðið er Danmark.

 

Dystardagur 2 í kappingini er settur at vera 4. juli, og dystardagur 3 er 7. juli. Hvørjum spælt verður ímóti á dystardegi 2 og 3 verður avgjørt alt eftir, hvussu úrslitini í undanfarnu dystunum eru.

 

Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jákupi Mortensen, hevur hann úttikið 18 spælarar til NM kappingina í Noregi.

 

Hópurin:

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36

 

Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur

 

Katarina Berg Mikkelsen, Skála

 

Jakobina Bergsdóttir, Skála

 

Ingrið Berg Rasmussen, Skála

 

Sólja Ernstdóttir, Skála

 

Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík

 

Lea Tórarenni, HB

 

Fríða Magnusardóttir Jacobsen, HB

 

Astrid Mittfoss, HB

 

Mira Bendix Laursen, HB

 

Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB

 

Elspa Maria Zachariassen, KÍ

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

 

Fríða Magnussen, Víkingur

 

Um mánaðarskifti juni-juli fer U17-landsliðnum við gentum til NM í Noregi - Mynd: www.FSF.fo