U17: Søguliga ferðin byrjað

Føroyska U17 landsliðið í fótbólti hevur sett kós móti Kroatia og EM endaspælinum

Í morgun setti føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti kós móti Kroatia. Liðið hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu, við at vinna seg til EM endaspælið, sum tað fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð.

 

Fyrsti steðgurin er á gamla Hilton gistingarhúsinum í Kastrup, sum í dag eitur Clarion Hotel. Her legðist afturat við spælarum, sum til dagligt spæla í Danmark. Sum heild var lagið gott og tað vóru nøkur stolt foreldur, ið søgdu farvæl í Vágum.

 

Liðið hevur í dag vant á einum heldur vánaligum graslíkisvølli í Kastrup. Tað bar ikki til at sleppa at framat grasvøllunum, tí tað hevur regnað nakað nógv í seinastuni. Sjálv venjingin var heldur løtt og hevði til endamáls at fáa spælarar røra seg eitt sindur.

 

- Vit kom burturúr venjingini í øllum góðum, hóast undirlagið ikki var so gott. Tað var týdningarmikið at fáa ferðingina úr beininum, sigur Áki Johansen, sum saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri U17 landsliðnum.

 

Ferðalagið er farið avstað í góðari tíð. Ein av orsøkunum eru avmarkaðu møguleikarnir at ferðast til Kroatia, men eisini ringu royndirnar frá “Elite Round” bólkaspælinum, tá liðið ikki kom vegin fram til tíðina til Kýpros vegna veður.

 

- Tað er eisini týdningarmikið, at hópurin er saman í døgunum undan eini slíkari uppgávu, sigur Pól F. Joensen.

 

Í morgin verður farið víðari til Kroatia, har liðið skal gista í Zagreb.

 

Hópurin sær soleiðis út:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Andrias Edmundsson, B68

Dann Fróðason, 07 Vestur

Magnus Holm Jacobsen, B36

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur

Stefan Radosavljevic, TB

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)

Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN)

Steffan A. Løkin, NSÍ

Bjarni Brimnes, HB

Tórur Jacobsen, KÍ

Símun Sólheim, HB

Sveinur Lava Olsen, HB

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Jákup Joensen, Skála

 

Skráin:

3. mai (kl. 11:00) Skotland – Føroyar Beinleiðis á Rás2

6. mai (Kl. 11:00) Frakland – Føroyar Beinleiðis á Eurosport 2 og Rás2

9. mai (kl. 15:00) Føroyar – Ungarn Beinleiðis á Rás2