U19 HM: Finala millum Danmark og Spania - Føroyar møta Noreg sunnudagin

Klokkan hálvgum tólv sunnudagin skal føroyska U19 manslandsliðið í hondbólti spæla móti Noregi í dystinum um sjeynda plássið

Mynd: IHF

Tað vera Danmark og Spania sum fara at spæla U19 HM-finaluna í Kroatia komandi sunnudag.

 

Danmark vann á okkara banamonnum, Egyptalandi í hálvfinaluni. Danmark vann 39-35 (23-18).

 

Spania vann 37-29 (15-11) á Kroatia í hinari hálvfinaluni.

 

Noreg tapti fyrr í dag 30-35 (15-16) fyri Týsklandi, og tí skulu Føroyar spæla dyst móti Noregi um sjeynda plássið sunnudagin klokkan 11.30.

 

Klokkan 14 spæla Týskland og Portugal um fimta plássið, klokkan 16.30 spæla Kroatia og Egyptaland bronsudyst, og klokkan 19 byrjar finalan millum Spania og Danmark. 

 

 

 

Mynd: IHF