U19: Hópurin til Baltic Cup úttikin

Sigtór Petersen, landsliðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum frá 9. til 17. september skal taka lut í Baltic Cup 2024 í Estlandi, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyska U19-landsliðið, sum fyrr í ár gjørdist besti 2'arin í deild B. Tískil verða Føroyar at finna í deild A, tá EM-undankappingin er á skránni í heyst - Mynd: www.FSF.fo

Sigtór Petersen, landsliðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum frá 9. til 17. september skal taka lut í Baltic Cup 2024 í Estlandi, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tríggir dystir eru á skránni, tá U19-landsliðið við gentum í døgunum 9. til 17. september fer til Estlands, har Baltic Cup er á skránni. Tann 11. september spæla Føroyar og Litava á Voru Sport stadion í Voru, og síðani verða næstu dystirnir á Tehvandi stadion í Ortepaa. Tann 13. september møta okkara gentur Estlandi, og mánadagin 16. september er mótstøðuliðið Lettland.

 

Næst á skránni eftir Baltic Cup er EM-undankappingin, sum verður í Serbia mánaðarskifti november-desember. Hini bæði londini í bólkinum eru Eysturríki og Kekkia. Fyrr í ár gjørdust Føroyar besti 2’arin í deild B, og okkara gentur verða tískil at finna í deild A, tá EM-undankappingin verður í heyst.

 

Sigtór Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar til Baltic Cup 2024.

 

Hópurin:

 

Brá Zakariasardóttir, Fortuna Hjørring (Danmark)

 

Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36

 

Astrid Poula Mittfoss, HB

 

Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB

 

Lisa Haraldsen, HB

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

 

Fríða Magnussen, Víkingur

 

Jóhanna Gaard, Víkingur

 

Anna Jørginsdóttir, Víkingur

 

Sólja Ernstdóttir, KÍ

 

Vár Johannessen, KÍ

 

Elspa Maria Zachariassen, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ

 

Rannvá við Streym, NSÍ

 

Helga Mikkelsen, NSÍ

 

Jakobina Bergsdóttir, Skála

 

Føroyska U19-landsliðið, sum fyrr í ár gjørdist besti 2'arin í deild B. Tískil verða Føroyar at finna í deild A, tá EM-undankappingin er á skránni í heyst - Mynd: www.FSF.fo