Føroyska U19 hondbóltslandsliðið hjá monnum tapti báðar dystirnar í millum spælinum í U19 kappingini í Gøtuborg í Svøríki.
Fyrru dysturin var móti Hollandi, sum vann 32-19. Støðan í hálvleikinum var 16-6. Í seinna dystinum í gjár tapti U19 landsliðið 32-17 fyri Tjekka. Støðan í hálvleikinum var 20-8. Sostatt var mótstøðan at síggja til ov hørð í millumspælinum, eftir at føroyska liðið vann sær eitt flott triðja pláss í bólkaspælinum.
Í dag spælur U19 landsliðið móti Litava um 15. plássið.
Føroyar - Holland: 32-19(16-6)
Málskjúttar: Áki Egilsnes 7, Jónas G. Djurhuus 4, Pætur Thomsen 3, Eirikur J. Simonsen 2, Allan Norðberg 1, Helgi Hoydal 1, John Nielsen 1
Føroyar Tjekkia: 32-17(20-8)
Málskjúttar fyri Føroyar vóru: Helgi Hoydal 5, Áki Egilsnes 2, Allan Norðberg 2, Rasmus Gullfoss 2, Rói B. Hansen 2, Julian Olsen 1, Pætur Thomsen 1, Eirikur J. Simonsen 1, Jónas G. Djurhuus 1