U20 EM: Føroyar eru favorittar móti Sveis

Her eru oddsini upp á dystin millum Føroyar og Sveis

Klokkan 18 í kvøld spælir føroyska U20 manslandsliðið seinasta dystin í EM-endaspælinum í Slovenia.

 

Føroyar spæla móti Sveis, ið okkara menn eisini spældu ímóti innleiðandi bólkaspælinum.

 

Føroyar vunnu tá 30-29 (21-15) á Sveis. Í dag spæla Føroyar og Sveis um 17. plássið.

 

Føroyar og Sveis hava bæði vunnið fýra dystir í niðasta bólkinum. 

 

Føroyar eru favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,36 og 1,45.

 

Oddsini upp á sigur til Sveis liggja millum 3,32 og 3,67.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,90 og 11,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##