U20 EM: Føroyar eru greiðir favorittar móti Italia

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Italia

Føroyska U20 manslandsliðið hevur tveir dystir eftir at spæla í EM-endaspælinum í Slovenia.

 

Tann fyrri dysturin verður ein hálvfinala móti Italia um rættin at spæla um 17. plássið. Í hinari hálvfinaluni møtast Sveis og Kekkia.

 

Dysturin móti Italia byrjar klokkan 18 í kvøld.

 

Føroyar sum hava vunnið tríggjar dystir á rað eru greiðir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,03 og 1,07.

 

Oddsini upp á sigur til Italia liggja millum 9,00 og 16,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 15,00 og 21,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##