U20 EM: Føroyar taptu fyri Sveis - Blivu nummar 18 í kappingini

Hesaferð var Sveis omaná móti Føroyum

Føroyska U20 manslandsliðið hevur spælt áttanda og seinasta dystin í EM-endaspælinum í Slovenia.

 

Í dystinum um 17. plássið taptu Føroyar 32-35 fyri Sveis. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-17.

 

Føroyar skoraðu upp á 32 av 52 málmøguleikum. Sveis skoraði upp á 35 av 57 málmøguleikum.

 

Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Føroyar 30-29 (21-15) á Sveis, ið sostatt fekk hevnd fyri tað tapið.

 

Óli Mittún skoraði 12 mál í dag, og hann skoraði tilsamans 76 mál fyri Føroyar í hesari kappingini. Norski Patrick Helland Anderson hevur undan seinasta dystinum hjá Noregi í morgin móti Íslandi skotið 59 mál. Tað er ikki sannlíkt, at Patrick Helland Anderson í einum jøvnum dysti um sjeynda plássið fer at skjóta heili 17 mál, so tað skal vilja illa til um Óli ikki gerst EM-toppskjútti.

 

Føroyar-Sveis 32-35 (19-17) - Dystur um 18. plássið.

 

Málskjúttar:  Óli Mittún 12/16, Ísak Vedelsbøl 6/11, Høgni Heinason 4/4, Rókur Ziskason 4/5, Trúgvi Hávardsson 2/3, Jákup Egholm 2/5, Óla Jákup Gaard Olsen 1/3, Niklas D. Gaard 1/3.

 

Bjargingar:  Aleksandar Lacok 13/44. 

 

Føroyska U20 manslandslandsliðið vann fimm av átta dystum í EM-endaspælinum. Bert ein órættvísur tríararoknskapur forðaði okkara monnum at spæla um hægri endastøður.

 

Evropeiska hondbóltssambandið hevur valt ein heilt margháttligan roknihátt til at finna fram til fýra teir bestu tríaararnar í EM-endaspælinum í hondbólti fyri U20-manslandslið.

 

Heimsins størsta ítróttarúrslitasíða Soccerstand/Flashscore hevði Føroyar at vera millum fýra teir bestu av teimum seks tríarunum. 

 

Men evropeiska hondbóltssambandið, EHF valdi, at tríararoknskapurin skuldi ganga í tveimum. Bólkarnir A, B og C skulu høvdu ein tríararoknskap fyri seg, og bólkarnir D, E og F høvdu ein tríararoknskap fyri seg. Tí vóru Føroyar ikki millum fýra teir bestu tríararnar kortini, og tað kendist veruliga órættvíst.