Føroyar hava vunnið fyrsta sigurin í U20 EM-endaspælinum hjá monnum í Rumenia.
Føroyar vunnu greitt 40-28 á Turkalandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 21-14. Føroyar høvdu undan dystinum eina stóra favorittstøðu.
Filip Haldansen, ið skoraði sjey mál upp á sjey málroyndir gjørdist dagsins leikari.
Aftur í dag var tað tó á minussíðuni, at føroyskir leikararnir duga ikki at gagnnýta yvirtalsstøðurnar.
Serbia, Sveis og Føroyar hava tvey stig hvør. Turkaland hevur einki stig. Klokkan 17.30 spæla Sveis og Serbia.
Føroyar spæla triðja og seinasta dystin í innleiðandi bólki B, leygardagin klokkan 17.30. Tann dysturin verður móti Sveis. Til ber at síggja dystin á Portalinum, og frásøgnin hoyrist á FM1.
Føroyar-Turkaland 40-28 (21-14)
Føroyar: Jákup Egholm 8/12, Filip Haldansen 7/7, Pauli Rasmussen 5/8, Rúnar Hammer 4/7, William Napoleon Djurhuus 3/5, Lýðar í Dímun 3/3, Helgi Jacob Halldórsson 2/2, Magnus Árason 2/2, Jón Eyðunsson Midjord 2/2, Ingi Johannesen 1/1, Fríði Holm í Innistovu 1/2, Jógvan Andreas Lamhauge 1/6.
Bjargingar: Bjarni Jacobsen 11/29, Ingi Johannesen 3/9.











