U20 EM: Frakland er á odda við trimum málum í steðginum

Støðan er 17-14 til Frakland

Føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti spælir í dag annan dystin í innleiðandi bólki C í EM-endaspælinum í Slovenia. Dysturin er móti hondbóltsrisanum, Fraklandi.

 

Tað leikar javnt á. Frakland er á odda við trimum málum. Støðan er 17-14 til Frakland.

 

Frakland hevur skorað upp á 17 av 23 málmøguleikum. Føroyar hava skorað upp á 14 av 17 málmøguleikum.

 

Málskjúttar Føroyar: Óli Mittún 5/7, Jákup Egholm 2/2, Ísak Vedelsbøl 2/2, Trúgvi Hávardsson 2/2, Niklas D. Gaard 1/1, Helgi Poulsen 1/1, Høgni Højsted 1/2.

 

Bjargingar: Aleksandar Lacok hevur bjargað seks av 23 málroyndum.