U20 EM: Óli í harðari kapprenning við norðmann um at gerast toppskjútti

Óli Mittún hevur higartil skotið 58 mál í EM-endaspælinum

Óli Mittún hevur eisini hesaferð verið Føroyum góður í hesum endaspælinum.

 

Í teimum fyrstu seks dystunum higartil í U20 EM-endaspælinum hevur Óli skotið 58 mál fyri Føroyar. Harumframt hevur Óli lagt upp til hópin av málum.

 

Óli er enn fremst á EM-toppskjúttalistanum, men hann fær harða kapping frá 19 ára gamla norska Elverum leikaranum, Patrick Helland Anderson. 19 ára gamli norðmaðurin hevur higartil skotið 57 mál í seks dystum, so tað ríður um snarið hvør verður EM-toppskjútti. Væl aftanfyri Óla og Patrick Helland Anderson er ein annar norðmaður, Mikkel Solheim við 42 málum. 

 

Bæði Føroyar og Noreg hava tveir dystir eftir at spæla. Noreg skal spæla tveir dystir um endastøðurnar millum nummar fimm og átta, og Føroyar skulu spæla tveir dystir um endastøðurnar millum nummar 17 og 20. Spennandi verður um vit eisini eiga toppskjúttin tá EM-endaspælið er liðugt. 

 

HER eru EM-toppskjúttarnir:

 

##med2##

 

Kelda: Eurohandball