Hálvleikssteðgur er í dystinum millum Føroyar og Serbia í innleiðandi bólki B í U20 EM-endaspælinum í Rumenia.
Føroyar eru á odda 17-14 í steðginum.
Fyrr í dag leiktu hini bæði liðini í okkara bólki, Sveis og Turkaland.
Sveis skoraði heili 50 mál, og vann stórsigur 50-32 á Turkalandi. Í steðginum var Sveis tó bara á odda 20-19, men í seinna hálvleiki var sveisiska liðið flúgvandi.
Í morgin klokkan 12.30 spæla Føroyar móti Turkalandi. Portalurin stroymir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.











