Jákup á Borg er nýggjur B36 venjari, har hann eisini var venjari fram til 2020.
Í kvøld vóru B36 og Jákup á Borg í fyrstu royndini, og tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku. 1-0 sigurin ímóti AB ber við sær, at B36 styrkti um sína støðu á triðja plássinum, har B36 nú hevur 30 stig og er eitt stig aftanfyri KÍ, sum annan sunnudag verður vertur, tá ið B36 fer at vitja í Klaksvík.
Hóast ófantaliga veðrið, so vóru líkindini at spæla fótbólt í Gundadali hampiliga góð, og tað var nógv lív á áskoðaraplássunum.
Einasta málið skoraði Pætur J. Petersen, tá ið seinni hálvleikur var tríggjar minuttir gamal. Hetta var fjórði dystur hjá Pæturi á B36 liðnum, síðani hann flutti aftur úr Danmark og til B36, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti, síðani hann kom aftur til Føroya.
Fótbóltsspælið bar brá av, at hetta var fyrsti dysturin eftir summarsteðg í fleiri vikur. Tað ásannaði AB venjarin Øssur Hansen, sum helt, at um tað skal eydnast hansara monnum at koma aftur í góða lagi, sum fyrr í ár bar 20 stig við sær, so verður neyðugt at vísa størri áræði og at megna at spæla seg úr trongstøðum.
Næsti dystur hjá AB verður sunnudagin ímóti Skála ÍF.











