Marjun Lómaklett, prestur, helt ólavsøkuprædikuna í 2024. Hon hevði tá longi hugsað um at fingið sær føroysk klæði, og í 2023 setti hon sær ólavsøkuna 2024 sum mál fyri hesi ætlan.
Søgan byrjar tó afturi í 2005. Marjun Lómaklett var tá prestur í Danmark. Hon fór í farloyvi, og fór til Qatar, har maðurin arbeiddi. Har búðleikaðust tey í eitt ár.
Hon sá flotta og skyggjandi silkiklæðið.
-Har eru nógvir flottir litir at velja í. Hetta skygdi, og grøni liturin var so vakur. Eg keypti av tí, og eg keypti nóg mikið. Eg hugsaði, at hetta kundi eg hugsað mær til føroysk klæði, sigur Marjun Lómaklett.
Hetta var í 2005, og tá var ikki so vanligt við litríkum føroyskum klæðum, sum nú.
-Men hetta er so komið seinni. Eg havi arvað ymisk pløgg til føroysk klæði, og ein kann siga, at eg hugsaði grønt, tí eg hugsaði henda grøna litin til til føroysk klæði, sigur Marjun Lómaklett.
-Sjálv havi eg samlað upp á silvurið «opið blað» síðani eg varð konfirmerað.
-- -- --
-Tankin búnaðist um at fáa eitt Føroyakort á føroysku klæðini. Eg eri góð við Føroyar, land og mál, og eg gangi sera nógv í náttúruni, sigur Marjun Lómaklett.
-Eg havi verið pílagrímsferðir og í 2023 gekk eg allar 340 fjallatopparnar í Føroyum. Føroyar eru so hugtakandi, og tað eru tær í øllum veðri.Eg havi gingið nógv í fjøru og fjøllum, sigur Marjun, ið hevur verið í øllum bygdum í Føroyum.
-Men eg setti mær eisini spurningin, um ein kann hava eitt Føroyakort á føroyska búnanum? Tá sá ein mestsum bara blómur sum mynstur á føroysku klæðunum.
-- -- --
- Men nú eri eg tann fyrsta, sum havi allar fjallatindarnar á – bæði fyriklæði og turriklæði.
-Eg gangi nógv í náttúruni, og havi svomið í mangari fjøru. Mær dámar søgu og kirkjusøgu, og eri so bergtikin og errin av flottu grønu Føroyum, og tað er hugtakandi at hugsa sær, at fólk í gomlum døgum ofta gingu langa leið yvir fjøll, fyri at leita sær í kirkju, um heimbygdin ikki hevði kirkju, hugleiðir Marjun..
-Lívið er sum ein pílagrímsferð. Onkrastaðni er meira illgongt, enn aðrastaðni. Og soleiðis er lívið, sigur Marjun Lómaklett, prestur.
- Tí valdi eg at hava pílagrímssálmin «Føgur er foldin» hjá B.S.Ingemann við í Ólavssøkugudstænastuni 2024, sigur Marjun, prestur, at enda.
(Stutt brot úr longri grein úr Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, ið fæst í sølubúðum kring landið)
##med2##













