Hini bæði liðini í okkara innleiðandi bólki í U20 EM-endaspælinum í Rumenia, Sveis og Serbia vóru í leiki aftaná Føroyar vunnu 40-28 (21-14) á Turkalandi.
Serbia, ið vann 32-31 (14-17) á Føroyum ígjár legði rygg til greitt 25-35 (11-18) tap fyri Sveis.
Sveis er oddalið við fýra stigum, Føroyar og Serbia hava tvey stig hvør, meðan Turkaland einki stig hevur.
Stóri fyrimunurin hjá Serbia er tó, at teir leygardagin spæla móti botnproppinum, Turkalandi, meðan okkara hava ein sera torføran dyst á skránni móti Sveis. Tí mugu Føroyar vinna á Sveis fyri at hava nøkrum møguleika at røkka ovara endaspælinum.
Føroyar spæla móti Sveis, leygardagin klokkan 17.30. Til ber at síggja dystin á Portalinum, og frásøgnin hoyrist á FM1.










