U21: Grikkaland er risastórur favorittur móti Føroyum

Í morgin klokkan 14 spæla Grikkaland og Føroyar U21 EM-undankappingardyst í Tripoli í Grikkalandi

Klokkan 14 í morgin spælir føroyska U21-landsliðið fimta dystin í hesari EM-undankappingini. Tað hevur hilnast væl higartil. Okkara U21-menn hava higartil vunnið sjey stig í fýra dystum.

 

Í morgin er Grikkaland mótstøðuliðið í Tripoli í Grikkalandi.

 

14 veddingarfyritøkur sum lata odds upp á dystin hava Grikkaland sum greiðan favoritt at vinna á Føroyum.

 

Miðaloddsini upp á grikskan heimasigur eru 1,22.

 

Miðaloddsini upp á føroyska útisigur eru so høg sum 11,35.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,83.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##