U21-landsliðið byrjar av nýggjum

Nýggjur árgangur og fleiri nýggir spælarar til dystin móti Kasakstan

Tað er ikki bara A-landsliðið, sum skal spæla í hesum umfarinum. U21-landsliðið skal eisini í eldin móti Kasakstan. Heta er fyrsti dysturin í hesi EM-undankappingini. Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið liðið, sum skal á vøllin á Svangaskarði.

Hetta er fyrsti dysturin hjá hesum nýggja árganginum, sum tó telur fleiri spælarar, ið hava spælt á U21-landsliðnum fyrr. Spælarar sum Jákup B. Andreasen og Adrian Justinussen teljast millum profilarnir í føroysku kappingini og hava eisini royndir á U21-landsliðnum.

##med2## 

Millum teir nýggju eru Lukas Grenaa Giessing, Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic og Steffan Løkin, sum allir vóru partur av U17-landsliðnum, ið var til EM-endaspælið í Kroatia í 2017.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17.00.

Hini londini í bólkinum eru Montenegro, Norðurmakedónia, Ísrael og Spania.

 

Hópurin hjá U21-landsliðnum:

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (DAN)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Daniel Johansen, HB

Pætur Hentze, NSÍ

Hugin Samuelsen, B36

Ólavur Niclassen, KÍ

Janus Svabo Samuelsen, Skála

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DAN)

Petur Knudsen, NSÍ

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, TB

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)

Gilli Samuelsen, B36

Adrian Justinussen, HB

Steffan Løkin, EB/Streymur