Í dag klokkan 14 spælir U21 landsliðið móti Norðurmakedonia, sum vann fyrra dystin heili 7-1. Tað er ein tangering av størsta tapinum hjá U21 landsliðnum. Í 2015 taptu vit 6-0 móti Týsklandi á Tórsvølli, sum tá taldi spælarar sum Leroy Sané, Leon Goretzka, Niklas Süle, Joshua Kimmich og ikki minst Serge Gnabry, sum allir blivu Champions League vinnarar.
Tað sermerkta við dystinum í Norðurmakedonia er, at Føroyar komu á odda 1-0. Málið skoraði Jákup B. Andreasen, sum ikki verður við í dag. Hann, Daniel Johansen og Adrian Justinussen hava allir verið við A-landsliðnum, sum vann á bæði Malta og Andorra.
Føroyska U21-landsliðið vann mikukvøldið í farnu viku 3-1 á Ísrael, eftir at hava verið aftanfyri 1-0 á hálvleikinum. Norðurmakedonia spældi tá móti Spania á heimavølli. Her vann Spania, men bara við einum máli, 1-0. Tí er talan um sterka mótstøðu.
Dysturin skuldi upprunaliga spælast 19. novembur 2019, men vøllurin á Tórsvølli var fyrstur. Hesa ferð skuldi dysturin vera á Svangaskarði, men tað er broytt til Tórsvøll. Dysturin í dag byrjar longu klokkan 14 og verður beinleiðis á FM1.
##ms##