Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at fleiri ymiskar orsøkir kunnu vera til, at Russland ger seg út til at leypa á Ukraina har norðuri í landinum.
- Vit styrkja okkara verju við norðaru mørkini fyri at vera til reiðar til russisk álop, skrivar forsetin á X, fyrrverandi Twitter.
Forsetin leggur aftrat, at ukrainski herurin fyrireikar seg til eitt og hvørt fíggindaligt russiskt átak.
Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at Russland kom fara at brúka hvítarussiskt øki í sínari krígsførslu, og hann ávarar um, at Kyiv eisini fyrireikar diplomatisk tiltøk móti Minsk.
Minsk er høvuðsstaður í Hvítarusslandi, har vinmaðurv Vladimir Putins, Aleksandr Lukasjenko, er forseti og stýrir landinum við harðari hond.










