Hernaðarligu myndugleikarnir í Ukraina heita nú á sivilfólk í býnum, Pokrovsk har eysturi í Ukraina, um at rýma úr býnum.
- Orsøkin er, veit tíðindastovan BBC at siga, at russiskar herdeildir í økinum nærkast býnum við nógvari ferð.
Sagt verður, at Pokrovsk er ein týdningarmikil býur hjá ukrainskar herinum.
- Tað er um henda býin, at ukrainskar herdeildir og hernaðarútgerð verða send út í restina av fylkinum, verður lagt aftrat.
Ukrainski herurin sigur, at fyri hvønn dag, sum gongur, verður tíðin hjá sivilfólki í Pokrovsk at savna saman persónligar ognarlutir og fara til tryggari umstøður minni.
Russar siga seg hava tikið ukrainska býin, Ivanivka, sum liggur bert níggju kilometrar úr býnum, Pokrovsk.
Í gjár segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at økið nærindis Pokrovsk er rakt av hørðum russiskum álopum.