Fyri aðru ferð í eina viku hevur Ukraina lopið á russiskar ammunitiónsgoymslur.
Í nátt vórðu goymslur í Tikhoretsk í Suðurrusslandi og Oktyabrsky í vestara parti av Tver raktar. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.
Og skulu vit trúgva ukrainska herinum, so eru hetta ikki smáar goymslur.
- Anleggið (í Tikhoretsk, ritstj.) er millum tríggjar størstu lóðurgoymslurnar hjá hersetingarvaldinum og er eitt av lyklapunktunum í logistisku skipanini hjá russiska herinum, skrivar Reuters á miðlinum Telegram.
Í Tikhoretsk er "lokal neyðstøða lýst fyri at skipa fyri hjálp til fólk og skjótt loysa allar trupulleikar í sambandi við hendingina". Tað sigur guvernørurin í Krasnodar-landslutinum, Veniamin Kondratjev, á sosialu miðlunum.
Mikudagin var tað ein goymsla í býnum Toropets, 400 kilometrar í útnyrðing úr høvuðsstaðnum í Russlandi, Moskva, sum varð rakt av einum ukrainskum dronuálopi.
Tað skapir eina so stóra spreinging, at hon sambært fjølmiðlunum sást á seismometum.
Sambært Serhii Kuzan, formanni í ukrainska hugskotsstovninum Trygdar- og samstarvsmiðstøðin í Ukraina, tá tú rakar slíkar goymslur, rakar tú tann mest miðvísa partin av krígnum.
- Stríðsvognar og byrsur uttan ammunitión fara ikki at kunna skjóta og verða heilt einfalt óvirkin, sigur hann við The New York Times.
Her verður einki sagt um, hvussu tey bæði nýggju álopini fóru fram. Men ein dulnevnd kelda sigur við Reuters, at dronur hava verið brúktar.
Statsukrainska trygdartænastan SBU, sum sambært kelduni var við í báðum álopunum, hevur seinasta árið javnan framt álop við langtrøkkandi dronum djúpt inni í Russlandi.
Ukraina hevur leingi ynskt at brúkt langtrøkkandi vesturlendskar rakettir móti málum í landinum. Men higartil hevur einki grønt ljós verið hvørki úr Bretlandi ella USA.
Ímeðan royna ukrainarar at broyta rakettir og dronur, sum teir eiga, soleiðis at teir kunnu leypa á úr longri fjarstøðu.
- Eg haldi, at óttin er fyri, at fíggindaskapurin fer at eskalera, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, við tíðindastovuna AFP.
Hann vónar, at tað skjótt fer at broytast. Í næstu viku fer Zelenskyj til USA og hittir Joe Biden, forseta.
/Ritzau/