Ukraina hevur fingið fyrsta F-16 flogfarið

Eitt minni tal av F-16 flogførum eru nú í Ukraina, siga keldur við Bloomberg. Danmark er millum londini, sum lata flogfør

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði í Danmark í august 2023, har hann og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fóru umborð á eitt F-16 jagaraflogfar. (Savnsmynd) - Mynd: Forsetaskrivstovan í Ukraina/Ritzau Scanpix

Ukraina hevur fingið tað fyrsta av F-16 stríðsflogførunum, sum fleiri lond - millum annað Danmark - hava lovað landsins heri.

Tað siga ónevndar keldur við vitan um málið í dag, sambært tíðindamiðlinum Bloomberg.

Flogverjan í Ukraina ella aðrir myndugleikar hava ikki váttað upplýsingarnar enn.

Talan er um eitt "lítið" tal av F-16 flogførum, leggja keldurnar afturat.

Flogførini eru komin úr einum ella fleiri NATO-londum, skrivar Bloomberg, sum ikki upplýsir, hvør hevur latið flogførini.

Danmark hevur lovað Ukraina 19 F-16 flogfør.

Tað greiddi Mette Frederiksen (S) forsætisráðfrú frá fyri fyrstu ferð í august í fjør í sambandi við vitjanina hjá Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina, í Danmark.

Her segði forsætisráðharrin, at Danmark hevur staðið aftan fyri Ukraina síðani kríggið byrjaði í februar 2022.

- Vit standa aftan fyri tykkum í dag og í framtíðini. Eg lovi tykkum vegna allar danskarar, at líkamikið hvussu leingi hetta ógvusliga kríggið varir, fer Danmark ikki at aftra seg, segði forsætisráðharrin við Zelenskyj forseta sambært DR.

Noreg, Holland og Belgia hava eisini latið flogfør. Tilsamans hevur Ukraina fingið lovað 79 av teimum amerikanskt bygdu stríðsflogførunum.

Sambært Bloomberg var ein tíðarætlan løgd fyri avhendingina av F-16 flogførunum, sum hevði við sær, at tey skuldu avhendast áðrenn endan av juli.

Vesturlendskir leiðarar hava áður sagt, at flogførini eru væntandi í Ukraina í summar.

Síðan í fjør hava ukrainskir flogskiparar verið útbúnir í Vesturheiminum, eitt nú í Danmark, at flúgva F-16.

Danmark hevur saman við Hollandi staðið á odda fyri útbúgvingini, herundir við at menna útbúgvingarátakið.

Enn er ikki greitt, um ukrainsku flogskipararnir megna at taka flogførini í nýtslu beinanvegin, ella um talan verður um eina longri tilgongd, siga keldurnar hjá Bloomberg.

Verjumálaráðið vil ikki upplýsa Ritzau, um F-16 flogførini, sum Danmark hevur lovað Ukraina, eru millum tey, sum eru latin til Ukraina.

 

/ritzau/

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði í Danmark í august 2023, har hann og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fóru umborð á eitt F-16 jagaraflogfar. (Savnsmynd) - Mynd: Forsetaskrivstovan í Ukraina/Ritzau Scanpix