Ukraina hevur rætt til at verja seg

- Rætturin at verja seg fevnir eisini um møguleikan at leypa á russisk hernaðarmál fram við markinum - og at leypa á russiskar herdeildir, sum fremja álop á Ukraina, sigur Jens Stoltenberg.

- Kríggið í Ukraina er broytt seinastu vikurnar og mánaðirnar, og tíðin er komin at eftirmeta nakrar av avmarkingunum, sum eru knýttar at vápnaveitingunum til Ukraina.

 

Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á einum tíðindafundi seinnapartin í dag í samband við ein fund millum uttanríkisráðharrarnar í Nato.

 

Fundurin var í kekkiska høvuðsstaðnum, Prag.

- Sameindu veita ymiska hernaðarútgerð til Ukraina, og við einum parti av útgerðini fylgja treytir. Hetta eru treytir, sum avísu londini seta fyri sínum vápnaveitingum.

 

Jens Stoltenberg helt, at sæð í ljósinum av, hvussu kríggið í Ukraina er broytt seinastu vikurnar og mánaðirnar, eiga londini at eftirmeta hesar treytir.

 

Nato-aðalskrivarin vísti á, at krígsførslan í langa tíð gekk fyri seg langt inni á ukrainskum landaøki.

 

- Men, nú hevur hermótið flutt seg kring marknaøkini í landnyrðingspartinum av Ukraina, nærindis býnum, Kharkiv, sum er næst størsti býur í landinum.

 

Jens Stoltenberg segði, at nú kunnu russar standa russisku megin markið og harvið kenna seg tryggari, enn teir høvdu verið, um teir vóru inni í Ukraina.

 

- Avmarkingarnar, sum er tengdar at vápnaveitingunum, gera, at vápnini ikki kunnu brúkast russisku megin markið.

 

Hann helt tískil, at tíðin er komin til at eftirmeta treytirnar.

 

- Hetta er eitt aggressivt kríggj, sum Moskva stendur aftanfyri, og Ukraina hevur sambært altjóða lóg rætt til at verja seg.

 

Jens Stoltenberg legði dent á, at rætturin at verja seg fevnir eisini um møguleikan at leypa á russisk hernaðarmál fram við markinum millum londini - og at leypa á russiskar herdeildir, sum fremja álop á Ukraina.