Ukraina megnar skjótt at framleiða egna loftverju

- Freya-skipanin er eitt gott alternativ til amerikansku patriot-loftverjuskipanina, sigur ukrainski forsetin

- Vit kunnu vátta, at okkara vápnaframleiðarar longu er komnir fram til neyðugu vápnadygdina.

 

Nakað soleiðis skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á boðtænastuni Telegram, eftir at hann í dag hevur havt fundir við sínar verju-og trygdarserføðingar.

 

- Vit vænta, at Ukraina røkkur teimum ynsktu úrslitunum í tíðarskeiðnum 2026-2027, sigur hann.

 

Sagt verður, at sonevnda Freya-skipanin, sum landið arbeiðir við, er eitt gott alternativ til amerikansku patriot-loftverjuskipanina.

 

Ukraina er tó framvegis bundið at øðrum londum, sum veita rakettir til verandi loftverjuskipaninar í landinum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Freyja-skipanin er partur av einum evropeiskum samstarvi, sum ukrainska fyritøkan, Fire Point, stendur á odda fyri.

 

Hetta er ein bíligari loftverkuskipan enn kenda amerikanska patriot-skipanin, og tað er eisini skjótari at framleiða Freya-skipanina.