Tíðliga í morgun verður forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, endurgivin fyri at siga, at ukrainskir hermenn hava havt ávísa framgongd í býnum, Sievjerodonetsk, har russar nú hava ræðið á størsta partinum av býnum.
- Men, enn er ov tíðliga at siga, hvussu hetta fer at enda, leggur forsetin aftrat.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at støðan er ógvuliga trupul, bæði í Sievjerodonetsk og í býum nærindis, og fleiri býir í økinum standa fyri ógvusligum russiskum álopum.
The Guardian skrivar, at álop framvegis eru á býir har norðuri í landinum, serliga í Tsjernihiv.
Í Kherson-regiónini har suðuri í landinum, har russiski herurin leingi hevur havt valdið, hava ukrainskar herdeildir havt munandi framgongd, har herdeildir hava lopið á russiskar støðir.
CNN veit frá ukrainskum keldum at siga, at ukrainskar herdeildir hava endurvunnið nakrar kilometrar av hertiknum øki í Kherson-regiónini, og lagt verður aftrat, at ukrainar leypa á úr ymiskum heraðshornum.