Umleið 60 danir eftir í Afganistan

Tilsamans 850 fólk eru flutt úr Afganistan, sum Taliban tók valdið á í síðstu viku.

(Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Tað sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri Danmarkar, eftir fund í Uttanlandsnevndini hjá Fólkatinginum.

 

– Umleið 60 fólk eru eftir á sonevnda danskaralistanum, sigur hann.

 

Listin er fyri danskar ríkisborgarar og fólk, sum hava lógligt uppihald í Danmark.

 

Jeppe Kofod og Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, sigur, at Danmark hevur evakuerað tilsamans umleið 850 fólk úr Afganistan, sum hernaðarliga islamiska rørslan, Taliban, fekk valdið á herfyri.

 

Trine Bramsen sigur, at tað eru bara fáir møguleikar at flyta fleiri fólk úr Afganistan.

 

– Tað er tí, at støðan gerst alsamt spentari, tað verður meira vandamikið at flúgva í økinum.

 

– Tá verjan sigur okkum í stjórnini, at nú er skjótt vandi á ferð fyri trygdini, so lurta vit sjálvandi, sigur hon.

 

Tjóðir úr vesturheiminum, sum hava verið í Afganistan í 20 ár, hava sett 31. august sum evstamark fyri, nær tær skulu vera farnar av landinum.

 

Eitt nú hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, sagt, at tað kann vera, at átakið verður longt.

 

/ritzau/

 

(Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)