- Garðaskøran er vøkur á at líta við sínum ljósagrønu blómum, men hon er ein plága, tí hon veksur alt ov væl og er nærum allastaðni – framvið vegum, áarbakkum, í bønum – ja, allastaðni, har hon sleppur, tekur hon yvir.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at heldur ikki kríatúrini vilja vita av skøruni, og harvið yvirtøkur hon alsamt størri økir, samstundis sum uppruna plantusløgini mugu víkja.
- Í nógv ár hava vit arbeitt við at hildið skøruni niðri, og hetta hevur í stóran mun eydnast, men tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa endaliga bilbugt á henni.
Og í Vestmanna kommunu leggja tey aftrat:
- Tí er tørvur á tykkara hjálp at týna skøruna.
Alla hesa vikuna verður heitt á borgarar í Vestmanna um at fara út og grava skøru upp. Øll, sum lata ein posa við skøru inn á Skilagátt, eru við í lutakastinum um 1000 krónur frá Á-handlinum.
Sagt verður, at leygardagin í rørslu- og umhvørvisvikuni, sum júst er farin afturum, var eisini týning av skøru á skrá.
- Tað vóru nógv, sum valdu at fara út og hjálpa til, og takk fyri tað, siga tey í kommununi.
Men, hvussu skal skøran so takast upp og burturbeinast?
- Grava skøruna upp við einum spaka – rótin má upp við. Tær heilt smáu planturnar kunnu ofta takast upp við einum knívi.
Legg skørurnar í ein posa og bind fyri og lat posan inn til starvsfólk á Skilagátt.
- Skøran má ikki leggjast við moldgoymsluna. Tú kanst eisini leggja posan í gráa húsarhaldssekkin heima.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at umráðandi er, at moldin verður bustað væl av rótini, tá skøran verður tikin upp við rót.
- Orsøkin er, at moldin køvir eldin í ovninum hjá IRF, verður lagt aftrat.










