Um møguleikar musikkskúlalæraranna til egið spæl

Ólavur Hátún

Neyvan nakrantíð hevur hugtakið mentan verið so nógv frammi í skrift og í talu í Føroyum sum hesi seinnu árini, og nú næstseinasta vikuskifti var norðurlendsk ráðstevna um hetta evnið í Norðurlandahúsinum.
Ein táttur í stevnuhaldinum var pallfundur, har umboð fyri ymsar listargreinir høvdu framløgu. Vegna tónlistina hevði Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri, orðið, og í sínum tillutaðu 10 minuttum legði hann mesta dentin á professionelt spæl í musikkskúlanum, sum tóktist vera tað, hann helst skuldi at tosa um. Hendan evnisavmarking samsvarar eisini tí hugburði í nýggja mentanarálitinum, at musikkskúlin ikki er at rokna sum mentamál, men sum partur av skúlaverkinum. At binda musikkskúlan soleiðis á bás burtur frá mentanarlívinum annars má metast at vera óheppið, tí tað er millum okkara musikklærarar, at tú finnur teir allarflestu professionellu tónleikarnar í landinum. Hinvegin er tað av størsta týdningi, at alt uppalandi virksemi við børnum og ungfólki hevur best møguligt samband við fólkaskúlan og framhaldsskúlar.
Sum Martin greiddi frá, hava okkara musikklærarar eftir krevjandi upptøkuroynd eina 4-6 ára útbúgving á hægri læristovni aftan fyri seg (krøvini sambært okkara musikkskúlalóg eru hægri, enn tey hava verið í londunum uttan um okkum). Tað er eyðsæð, at hesir framkomnu musikarar, sum í øll hesi ár við fleiri tíma venjing um dagin hava ment sín spæliførleika, og sum koma úr ríkum tónlistarumhvørvum, illa kunnu trívast og støðast, verður ikki tað at spæla sjálvir og vera við í professionellum samanspæli partur av teirra arbeiðsuppgávu. Hesar sømdir eiga musikklærararnir tó ikki bara at fáa til egnan trivnað, heldur mugu vit sum mentað tjóð hava ynski um, at teirra tónleikarapotentiale á besta hátt kemur okkara livandi tónleikalívi til góða.
Høgni Hoydal, verandi landsstýrismaður í mentamálum, kom í sínari røðu í sambandi við setanina av tónleikastevnuni »Summartónar 2003« seinasta týskvøld eisini inná, at nú skuldu útvegir finnast fyri professionellum spæli í Føroyum, og tú fekst ta fatan, at tað helst var Føroya Symfoniorkestur, hann hevði í huga. Føroyingar eru glaðir um og ernir av hesum flaggskipi í okkara tónleikaheimi; men millum musikarnar er tað ongin loynidómur, at FSF, sum er, ikki er nakar støðugt virkandi stovnur, men meira eitt samtak til sertsøk høvi. Her fer onki støðugt virksemi fram, heldur verða bara av og á tikin nøkur upsatøk, har okkara gávuríku ungfólk hava ilt við at fóta sær ímillum tey professionellu, sum fleiri koma uttanífrá eitt nú til nýggjárskonsertirnar og sum nú seinast til 20-ára haldið hjá Norðurlandahúsinum.
Hetta verður sjálvandi ikki skrivað fyri á nakran at seta niður á okkara dúgligu tónleikarar ella orkestrið, sum, tá hesi høvi bjóðast, so dyggiliga sýnir, hvørjar møguleikar vit hava til framkomið spæl í Føroyum. Vit ynskja bara, at orkestrið fær betri umstøður, og at orkesturmanningin skal kunna fáa sømilig kor at virka undir.
Mín áskoðan er, at tað er veruleikafjart at hugsa sær, at landið fer at fíggja t.d. 4-6 spælitímar um vikuna til 30-35 musikklærarar, tí tað hevði kravt meira, enn tað í dag samanlagt verður sett av á kontoina til sang, instrumentalan tónleik og dans.
Fíggjarliga loysnin má tí heldur vera, at nakað meira verður latið í »stóra pott«, heildarveitingina til musikkskúlaskipanina, og at egið spæl kann gerast partur av arbeiðssetningi musikklæraranna.
Ein sameining av undirvísing og útinnandi tónleikavirksemi hjá musikklærarum er vanlig aðrastaðni, og í okkara lítla samfelag er hon so mikið meira ynskilig. Eitt lítið stig tann vegin var ætlað fyri árum síðan, men varð steðgað við tí undanskoti, at tað hevði ikki verið í samsvar við musikkskúlalógina, og at slíkt tí ikki kundi áleggjast kommununum at vera við í. Til tað er bæði at siga, at viðvíkjandi tí peningaliga so hevur landið alt frá byrjan musikkskúlans borið væl størri part av fíggjar-byrðuni, enn heimilað er í hesari sokallaðu studningslóg, og so eisini tað, at møguleikin til egið spæl á tímaætlan læraranna hevði stimbrað tónleikaligt virksemi úti um alt landið, sum er eitt aðalendamál við musikkskúlanum.
Venda vit nú aftur til symfoniorkestrið, so er ongin orsøk til, at tað einans er at hoyra í Norðurlandahúsinum. Føroya Symfoniorkestur er ikki nakar alvi hjá NH, nakað húsaorkestur, sum tað helst skemtiliga verður tikið til. Orkestrið er sprottið av musikkskúlanum, er tí eitt landsins orkestur og átti at verið at hoyrt eisini úti um landið. Ein skipan sum omanfyri lýst hevði kunnað vaksið um virksemið hjá orkestrinum, hevði givið teim framkomnu næmingunum betri høvi til at ment seg sum orkesturmusikarar og hevði kunnað givið tónlistarligt endurljóð ikki bara í høvuðsstaðnum.
Loksins kann verða nevnt, at landsmusikkskúlaleiðarin, sum eisini sjálvur er fastur leiðari av symfoniorkestrinum, fyri góðum tveimum árum síðan setti upp eina ætlan, har hann hugsar sær symfoniorkestrið sett saman av klassisku ljóðførisbólkunum, ið eisini kundu skipast í strúkikvartettir, træblásarakvintett, messingkvintett, kamarorkestur og blandaðar leikbólkar, sum tá samanlagt kundu havt einar hálvthundrað um árið, alment og innan skúlagátttir. Sum symfoniorkestur kundi henda manning tá upparbeitt t.d. tvær skráir í heysthálvuni og tríggjar á vári at framført - bæði á bygd og í býi (hetta seinasta ískoytið er mítt).
Men tað eru ikki orð og ætlanir, men atgerð, ið tørvur er á. Ongin hevur betri innlit og handalag til at fremja og umsita eina ábót í okkara tónleikaheimi sum omanfyri lýst, enn núverandi musikkskúlastjórin Martin Mouritsen. Tað er tí at ynskja eftir, at myndugleikar á økinum geva honum heimild til at gera tað.