Tað fyrsta tú skalt gera, um tú fært eitt noktandi svar inn ígjøgnum brævsprekkuna, er at kanna um talan kann vera um ein feil. Hevur tú søkt ígjøgnum kvotu 1 og umsóknin harvið bara verður mett eftir karaktermiðaltalinum, er lætt at kanna um talan er um ein feil. Á internetsíðuni hjá ivuC (www.ivuc.dk) stendur hvat miðaltal tann seinast upptikni umsøkjarin hevði, og er títt miðaltal hægri enn tað, so er møguliga talan um at KOT hevur gjørt ein feil.
Hevur tú søkt ígjøgnum kvotu 2 er eitt sindur verri at síggja, um talan er um ein feil, men um tú heldur tað vera løgið og órímilgt, at tú ikki ert uptikin, so loysir tað seg at ringja til KOT og spyrja.
Fært tú at vita at talan ikki er um nakran feil, men kortini er vísur í tínari søk, ber til at klaga.
Aðrir møguleikar
Verður tú ikki upptikin á ta, ella tær, útbúgvingarnar, sum tú hevur søkt, kanst tú velja at byrja á onkrari aðrari útbúgving. Hetta letur seg gera, tí at tað altíð eru nakrar útbúgvingar, sum hava so fáar umsøkjarar at har er pláss fyri fleiri. Vilt tú hava eitt av hesum plássum ræður um at vera skjótur.
Ring ella skriva beinanvegin til ivuC (tlf. 35 32 29 14) og bið um at fáa listan yvir tær útbúgvingar, sum enn hava pláss fyri fleiri lesandi. Kanna so hvat hetta eru fyri útbúgvingar og um nøkur vekir tín áhuga. Um tú finnur eina, so skriva aftur til ivuC og bið um pláss.
Ljóðar hetta ov møtumikið ber altíð til at venda sær til ráðgevingina hjá LFÚ og heita á tey um at fáa listan yvir leys útbúgvingarpláss til vega frá ivuC.
Tey, sum ikki søktu um upptøku á útbúgvingarstovnum í Danmark áðrenn freistina 1. juli, men nú kortini hava hug at fara niður at lesa, kunnu eisini sleppa inn á hendan hátt.
So fært tú eitt noktandi svar við postinum, ella søkti tú ikki tá tíðin var til tað, hevur tú kortini møguleika at byrja lestur í Danmark 1. september í ár.