Um tú hevur keypt brún rís frá Coop, er tað eitt gott hugskot at sleppa tær burtur við vøruna - uttan so at tú vilt risikera at fáa smákykt við í munnin.
Tað er nevniliga vandi fyri, at smákykt eru í pakkunum við brúnu rísunum, og tí afturkallar Heilsufrøðiliga Starvsstovan vøruna. Útbreiðslan av smákyktum í vøruni ger hana óegnaða sum mannaføði.
Hesi rísini eru selt í Føroyum, og talan er heilt neyvt um hesa vøruna:
"Coop parboiled brune ris" 1 kg við dagfestingini best áðrenn 29.02.2020 og 30.02.2020. Batch nummarið er: 18/08/0499. EAN kota: 73400113522723.
##med2##
- Um tú liggur inni við hesi vøru, skalt tú beina hana burtur ella lata hana aftur, har tú hevur keypt hana, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.