Fólk frá kommununi hava verið í skúlanum og kannað skaðan, og fleiri av undirvísingarhølunum hava fingið so stóran skaða, at tað í løtuni ikki ber til at hava vanliga skúlagongd í bygninginum.
Í Sankta Frans skúla ganga 128 næmingar í hádeild.
Lesið eisini: Stórur vatnskaði í spildurnýggjum skúla
Lesið eisini: Myndir: Stórur vatnskaði í Sankta Frans skúla
Kommunan arbeiðir í løtuni við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi skaðin er, og hvussu skjótt bygningurin kann gerast klárur aftur. Samstundis verður arbeitt við at finna hóskandi fyribils høli til næmingarnar, so skúlagongdin verður órógvað minst møguligt.











