Umhugsa av og á at stovna ein nýggjan banka

Tankin um at stovna ein nýggjan banka spøkir av og á. Og vísir tað seg at blíva áhugavert kann tað væl vera, at Tryggingarfelagið Føroyar eisini fer undir bankavirksemi

At tryggingarfelagið Føroyar eisini skal stovna ein nýggjan banka, er nakað, sum vit hugsa um av og á. ? Og tað kann væl vera, at vit gera álvara av, um tað ein dagin kemur so langt, at vit halda, at tað loysir seg fyri okkum.

Jens Petur Arge, stjóri í Tryggingarfelgnum Føroyum, vísir ikki blankt eini áheitan frá Jógvani Ingvard Olsen frá sær.

Í einum lesarabrævi í Dimmalætting í farnu viku skeyt Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi-topp-politikari í ein heilan mansaldur á Tryggingafelagið Føroyar um at stovna ein banka, sum kundi taka kappingina upp við Føroya Banka.

Hann helt, at vit trongdu til kapping í bankaverðini, einsvæl og í tryggingarverðini.

Og tá ið Føroy Banki er farin undir tryggingarvirksemi, kann tryggingarfelagið einssvæl fara undir bankavirksemi.

So høvdu vit eina samanseting av einum stórum banka og eini lítlum tryggingarfelag og einum lítlum banka og einum stórum tryggingarfelag.

Men Jógvan Ingvard Olsen hevur helst ikki tikið uppskotið úr leysari luft. Hann kennir tryggingina innanífrá, tí hann var limur í umboðsráðnum í tryggingini eitt langt áramál, líka til nýggja stýrisskipanarlógin forðaði honum at hava starvið sum umboðsráðslimur afturat starvinum sum løgtingsformaður.


Umhugsa alla tíðina

Jens Peter Arge, sigur at tankin um at tryggingin skal stovna sín egna banka, hevur javnan verið og vent.

? Hetta er ein møguleiki, sum vit javnan hugsa um sum ein møguleika at økja um okkara virksemi, sigur hann.

Men hann leggur afturat, at í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um nakað sum helst.

?Tað skulu drúgvar fyrireikingar til slíkt. Og enn eru ongi stig tikin tann vegin.

So tað verður hvørki í dag ella í morgin, at nakað hendir tann vegin, sigur stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum.

? Bankavirksemi er ikki fremmand fyri tryggingina, tí hon var stórur partaeigari í Sjóvinnubankanum sum var.

Og gongdin er tann vegin, at ymiskt virksemið verður lagt saman og virki leggja saman sum ongantíð fyrr.

Jens Peter Arge sigur, at t.d. hava Unibank og Tryg Baltica lagt saman.

? Eitt nú er tað ikki óvanligt, at virki, sum hava við fígging at gera, sláa seg saman, so at trý bein verða at standa á: Trygging, banki og kredittfelag.

? Tað, sum norðurlendingar serliga stúra fyri, er, at tey heilt stóru, evropisku tryggingarfeløgini, skulu renna tey minnu, norðurlendsku um koll. Tí leggja tey saman.

Jens Petur Arge sigur, at ein orsøk til at feløgini í tryggingarsambandinum løgdu saman, var nettupp fyri at styrkja felagið.

? Tað er heldur onki at ivast í, at einaferð í framtíðini verður tryggingarmarknaðurin púra fríur og tá eru feløgini stinnari, um tey standa saman. Men føroyski marknaðurin er so lítil, at áhugin fyri at fara undir slíkt virksemi her, er ógvuliga avmarkaður.

Hann vísir tó blankt aftur, at tryggingarfelagið fer at kasta saman við eitt stórt, útlendskt felag.

Annars heldur Jens Petur Arge, at tað er kapping ímillum peningastovnarnar, tí vit hava ein stóran banka, ein stóran sparikassa og tveir smáar sparikassar.