Tað er mær óbegrípiligt hvussu lítið verður gjørt burtur úr mentan og list í valstríðnum. Jú, sonevnda tjóðarsemjan verður nevnd sum eitt høvuðsevni, men hon verður viðfarin sum eitt brotið egg ella sum Ruth Vang so væl orðaði tað í einum kjaki; ein skroypilig krukka, sum allir flokkar halda um bangnir at sleppa, so at krukkan brotnar. Analogiin er røtt og tað er vælgerandi, at onkur torir at siga tað. Okkara lyndi til at tiga um tað eyma er okkara størsti veikleiki; málið gerst brunafongt og ein orsøk er, at vit ikki taka mentan í nóg stórum álvara.
Hetta skrivar Kinna Poulsen, ummælari, millum annað á listaportal.com.
Les meira her: Mentan til fólkið — Listaportal











