?Politisku flokkarnir eiga at økja krøvini til flokksleiðararnar um betri samstarvsstev bæði í andstøðu og í stjórn.
Tá eitt samfelag er viðbrekið bæði vinnuliga og politiskt, er umráðandi at leiðarar bæði á politiska- og vinnuliga pallinum duga sær hógv.
Politiska samansetingin, liggur í fýra lutum. Tvinnir sosialistiskir- og tvinnir borgarligir flokkar, sum aftur bíta seg upp í tveir sambands- og tveir sjálvstýrisflokkar og so teir báðar smáu á miðjuni. ? Tað í sær sjálvum gevur ikki so fáar stjórnartrupul-leikar.
Grundleggjandi vinnan, sum byggir á tilfeingið úr havinum, hevur avgerandi týdning ikki bara fyri sjálvan landsbúskapin, men er grundarlagið undir, hvussu ráðini verða til sosial -, sjúkrahús-, menta -, undirvísingar-, ungdómsmál o.o.
Alt sanerað uttan kommunurnar og flestu sethúsini
Føroyskar vinnulívsfyri-tøkur uppliva á sama hátt sum fyritøkur í altjóðahøpi, upp- og niðurgongdir. Søgan hevur víst tað, og prógv verða ivaleyst eisini fyri tí í framtíðini.
Eftir kreppuna fyrst í nítiárunum vórða hendingar í samfelagnum, sum høvdu grundleggjandi broytingar við sær, eitt nú at flestu fiskavirkini vórðu savnað í eina fyritøku, Føroya Fiskavirking, bankarnar, sum tá vóru tríggir í tali, endaðu sum ein banki, Føroya Banki. Framtaks-grunnurin varð stovnsettur. ? Sparikassarnir og Húsalánsgrunnurin hildu fram undir somu skipan sum áður.
Vinnulívið, Landskassin og Bankarnir fingu eina vala sanering. Kommunurnar kláraðu seg sjálvar. Tær fáu kommunur, sum ikki kláraðu seg, fingu styrk frá hinum kommununum. ? Sethúsamarknað-urin kláraði seg sjálvan í allarflestu førum.
Vit vita eisini, at bæði Atlantic Airways og Smyril Line, fingu styrk úr landskassanum í síni tíð, og tað hevur tíbetur gingið higartil. Hesin háttur hevur ikki bert verið framdurí Føroyum, men so gott sum í øllum tí kapitalistiska heiminum. ? Sosialistisku londini hava brúkt eina aðra framferð, sum tíverri hevði syndarligar avleiðingar.
Borgarans peningur til vælveru
Okkara samfelasskipan er løgd soleiðis til rættis, at øll eru saman um at gjalda til felags kassa, land og kommunu, skatt, toll og onnur avgjøld. ? Síðani verður goldin skattur av eini krónu, ikki bert eina ferð, men tvær, tríggjar- og enntá fýra ferðir. Borgarar okkara eru samfelt samdir um, at hesi gjøld ikki eru í lægra lagi.
Hesin peningur skal nýtast soleiðis, at góður karmur verður at virka og vinna í, tað verið seg í samband við havnaútbyggingar, samferðslukervið, umistingar, sosialar- og sjúkrahúsveitingar, undirvísingar, mentanarmenning o.s.fr.
Ikki bíða ov leingi
At landskassin í samband við kreppuna fyrst í nítiárunum ognaði sær flestu Fiskavirkini, bankan o.a. av serligum orsøkum, eigur ikki at vera nøkur staðfesting av, at so skal verða í framtíðini.
At føroysku kommunur stovnaðu og eiga elfelagið SEV, og aðrar kommunur, ið høvdu el-veiting áðrenn, fóru upp í ? hetta var bert ein nátúrlig menning tá - eigur heldur ikki at vera ein staðfesting av, at nýggjur íleggjari ikki kann keypa elfelagið, so kommunurnar fáa pening til at økja um vælveru hjá borgarunum.
Tað ræður eisini um at selja, meðan fyritøkurnar eru væl fyri, meðan sum mest kann fáast fyri tær.
Formaður Javnaðarfloksins í so grunnur
Í Sosialinum 8. juli vísir formaður Javnaðarfloksins sína ónøgd við royndir selja ella einskilja fyritøkur, sum landið hevur ognarrættin í. Eg eri samdur við honum í, at fiskatilfeingið á sjónum er dýrur skattur, sum vit eiga at ansað væl eftir.
Hinvegin, eri eg ikki samdur við honum í, at útlendskur kapitalur ikki kann verða við til at menna føroysku vinnuna serstakliga á landi. Um rætt verður atborið, kann her bæði fáast kapitalur, marknaðaratgongd og management.
Dømið hann tekur úr Vági, er sjálvandi nakað, sum altíð kann fyrikoma. Vandi er í hvørji vælferð. Tó so grunn eiga vit ikki at vera, at um hetta miseydnaðist, at so skulu vit halda okkum burtur frá útlendskum kapitali. Neyðugt er altíð at vera á varhaldi
Eg eri heldur ikki samdur við honum, at vit skulu bíða við at selja frá og einskilja, nú fyritøkurnar eru góðar og sunnar. Tær eiga at verða seldar, tá sum mest fæst fyri tær.
Tað ber heldur ikki til at siga, at: "Føroya banki var privatur og fór á heysin ? nú er hann almennur og gongur væl og hevur kastað hópin av peningi til landskassan", tí skal hann ikki seljast.
Privata vinnan verið góð fyri Føroyar
Vit skulu minnast til, at Føroya Banki virkaði hóast alt sum privatur síðani 1906. Sjóvinnubankin hevur virkað síðani 1935, hevur havt síni sveiggj í tráð við upp og niðurgangandi føroyska konjunkturin. ? Minst til, at 10 ár er lutvíst stutt tíð, her kann nógv henda.
Hann letur sum um, at alt virkar so væl, sum er á almennum hondum, meðan sett verður niður á tað, sum privatir hava gjørt íløgur í. Her fer floksformaðurin skeivur.
Eg kann eitt nú vísa til áhugaverdu greinina hjá Jonhardi Mikkelsen í Sosialinum 9. juli. ? Sjálvandi er har ikki talan um nakrar risaupphæddir, men sera áhugaverd grein um nøkur prinsipp. Eitt dømi helst av so mongum øðrum.
Floksformenn stóra ábyrgd
Tað kundi verið uppá sítt pláss, at floksformenninir tóku støðuna í størri álvara og settu seg niður, brúktu meiri tíð at tosa grundleggjandi um framtíðina hjá almennu vinnulívsfyritøkunum, og gjørdu av, hvussu hesar best kundu verðið einskildar.
At teir bert liggja og skjóta hvør eftir øðrum í tílíkum fyri føroyingum viðkomandi málum, tænir ikki Føroya fólki, tí føroyska vinnulívið og politiska skipanin eru bæði sera viðbrekin og torgreidd. Tað gevur onga meining, ikki at royna at finna loysnir.
Av tí at Føroyar eru so viðbreknar bæði vinnuliga og politiskt, eigur at kunna verða kravt meiri av okkara flokksleiðarum, enn nú verður gjørt.