Nú Henrik Old, landsstýrismaður, arbeiðir við lógaruppskoti um at leingja barnsburðarfarloyvi við tveimum vikum og somuleiðis leggja eftirløn aftrat gjaldinum, er ætlanin at tær tvær eyka vikurnar skulu býtast sum foreldrini vilja – um tað er til pápan ella mammuna. Men í dag hevur Javnstøðunevndin víst á, at tey ikki taka undir við, at tað skal vera frítt, og Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi heldur eisini, at tað skal markast til páparnar.
Les eisini: Nú verða pápar enn verri fyri
- Mátin vit umrøða evnið er púra skeivur. Tí meðan vit tosa um ”rættin” hjá kvinnum at sleppa heim í barnsburðarfarloyvi, tosa vit um at ”tvinga” páparnar heim. Men tað er sjálvandi eisini ein spurningur um rættindi til páparnar, sigur Katrin Kallsberg. Í Íslandi hava tey markað ein stóran part til páparnar, og tað vísti seg, at so skjótt hetta varð gjørt vóru mest sum allir pápar, sum valdu at taka fult farloyvi heima.
- Vit seta páparnar í eina ringa støðu. Tí um vit ikki hava nóg stórar kvotur markaðar bara til páparnar, so revsað vit hvønn pápa sær, tí hvør einstakur teirra skal út at samráðast við sín arbeiðsgevara um at taka ein part av farloyvinum, sum kann býtast, sigur Katrin Kallsberg. Tá vit lóggeva longri barnsburðarfarloyvi, sum kynini kunnu býta sum tey vilja, so geva vit automatiskt mammunum longri farloyvi uttan at taka atlit til rættindi hjá pápunum.
- Eg skilji væl argumentatiónina um, at tað skal vera upp til hvørja familju sær at skipa seg. Trupulleikin er bara, at nú vit hava longt barnsburðarfarloyvið fleiri ferðir seinasta samgonguskeið, so mugu vit eisini taka onnur atlit inn í kjakið – og har er fyrsta atlitið spurningurin um rættindini hjá pápanum til at vera høvuðs umsorganarpersónur, og rætturin hjá barninum til pápan, sigur Katrin Kallsberg.
Hon vísir á, at í dag er pápakvotan 4 vikur, og tað er eitt ov stutt tíðarskeið til, at tað loysir seg hjá nógvum monnum at taka av. Tí sigla teir til dømis úti, so kunnu teir risikera at missa tveir túrar fyri 4 vikur heima. Hevði man hinvegin sett 6 vikur av til páparnar, so var støðan jú ein heilt onnur. Í dag eru 14 vikur markaðar til mammuna, meðan 4 vikur eru markaðar til pápan. Og so eru 26 vikur at deila – 28, um lógaruppskotið hjá Hendriki Old kemur ígjøgnum. Tað merki, at samlaða markaða tíðarskeiðið hjá mammuni er áleið 30%, meðan markaða tíðarskeiðið hjá pápanum er um 9 %. Við at leggja tær 2 vikurnar aftrat hjá pápanum og ikki aftrat tí samlaða, so økir man kvotuna hjá pápanum til áleið 13%. Og tað er eitt stig rætta vegin, heldur Katrin Kallsberg.
- Tað verður sagt, at tað ikki altíð ber til hjá pápunum at fara heim orsaka av tí arbeiði teir hava. Men nær hoyra vit nakran siga, at mamman ikki kann fara heim í barsil orsaka av hennara arbeiði, spyr Katrin Kallsberg og vísir á, at mátin vit umrøða hetta evnið er merkt av vantandi virðing fyri rættindum hjá pápanum og harvið barninum, og somuleiðis vantandi javnstøðuatlit í huga.
- Best hevði verið, um nýggja uppskotið leggur hasar 2 vikurnar aftrat markaða pápakvotuni. Eg ætli mær í øllum førum at arbeiða fyri, at báðar vikurnar, ella í øllum førum ein vika, verða lagdar aftrat pápakvotuni, sigur Katrin Kallsberg.