Umsíðir bar til hjá GÍ

Hondbóltur: GÍ vann botndystin móti VB, og togaði seg uppá javnt við Stjørnuna og VB

1. deild kvinnur:

GÍ-VB 28-19 (12-7)


Frá miskeiðis í fyrra hálvleiki, tá GÍ fyrstu ferð fór fram um VB, og restina av dystinum stýrdi heimaliðið týðandi botndystinum móti VB.

Vágskvinnur vóru annað vikuskiftið á rað á vitjan norðanfyri, og triðju ferð á rað máttu tær lúta á útivølli.

Hóast tær komu væl frá byrjan í dystinum á Kambsdali og vóru frammanfyri fyrru helvt av fyrra hálvleiki, kláraðu tær ikki at halda tørn móti einum GÍ-liðið, sum gjørdist betri og svangari sum dysturin leið, og sum at enda vann tryggan sigur, endaliga úrslitið var 28-19.

GÍ fór fram um VB seinna partin av fyrra hálvleiki, og tá VB bert gjørdi trý mál í eitt korter, gjørdi GÍ sær dælt av tí, og fór frá 2-4 og uppá 12-7.

Hóast VB í seinna hálvleiki stríddi seg innaftur í dystinum og minkaði til 12-14, kláraðu tær ikki at halda dampinum uppi. GÍ fór fram umaftur við fleiri málum, og tá dysturin var av, vóru 9 mál á muni.

Við sigrinum kom GÍ uppá javnt við VB og Stjørnuna í botninum í kvinnudeildini. Øll trý liðini hava tvey stig í part.