Umsíðir hevur eydnast russum at taka Vuhledar

Ukrainski býurin hevur staðið ímóti russiskum álopum - heilt síðan innrásina í Ukraina í februar í 2022.

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at russiskar herdeildir hava tikið ukrainska býin, Vuhledar, har eysturi í landinum.

 

Sagt verður, at ukrainska hernaðarleiðslan bað síni herfólk taka seg úr býnum, tí vandi var fyri, at tey vórðu kringsett av russisku deildunum.

 

Tað var tíðliga í morgun, at russiskir hernaðarbloggarar og russiskt talandi tíðindarásin, Shot, vistu at siga, at russiskar herdeildir nú hava fult ræðið á býnum í Ukraina.

 

Hetta hendir, eftir at ukrainar í gjár søgdu, at russisku deildirnar vóru komnar inn í miðbýin í Vuhledar.

 

Myndir úr Vuhledar vístu longu í gjár, at russiska flaggið veittraði yvir umsitingarbygninginum í býnum, sum er illa farin.

 

Hernaðarleiðslan í Ukraina hevur givið boð um at taka herliðini aftur úr Vuhledar, soleiðis at deildirnar kunnu taka aðrar støðir nærindis.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at ukrainski býurin Vuhledar hevur staðið ímóti russiskum álopum - heilt síðan russisku innrásina í Ukraina í februar í 2022.

 

Fyri russisku innrásina hevði býurin 14.000 íbúgvar, men varaborgarstjórin í býnum hevur upplýst, at nú eru bert 500 sivilfólk eftir.

 

- Hvør einasti bygningur í Vuhledar er oyðilagdur, leggur varaborgarstjórin aftrat.