T
Árin av minkandi ríkisveitingum
Partar av tí kjakinum, ið Hvítabók hevur verið grundarlag undir, hevur verið sakligt og mennandi og vil eg, eins og onnur, gleðast um hetta. Eg havi tó eina viðmerking til kjakið viðvíkjandi árininum av minkandi ríkisveitingum og árin tess á tænastustøðið í samfelagnum.
Eg skal ikki taka afturí øllum tí, ið hevur verið skrivað um hesi árin seinastu tíðina, men víst hevur fleiri ferðir verið á, tey sokallaðu ?kreppulíknandi? tekin, ið kunnu standast sum stutttíðarárin av eini minkandi ríkisveiting, og til hetta havi eg eina viðmerking. Eingin ivi skal verða um, at ávís árin vilja standast av einum niðurskurði av ríkisveitingunum, og sum tað so ofta fyrr hevur verið nevnt, so er ómetaliga torført at gera nágreinligar metingar um hvørji hesi árin verða.
Ávís boð hava verið frammi um hvørji stutttíðarárin kunnu standast. Eg skal ikki afturvísa, at hesi árin kunnu gerast verðuleiki um skeivt verður borið at, men meti eg, at hesi boð í nógvum førum hava verið lýst í alt ov statiskum og teoretiskum høpi.
Búskapur er sum kunnugt eitt sera dynamiskt fyribrigdi og uttan mun til, hvussu búskaparteoriir royna at meta um framtíðarárin, so vísir verðuleikin seg altíð, at verða nógv meira fjøltáttaður.
Fyri tað fyrsta vil eg vísa á, at tað ikki er rætt at líkastilla:
1) Árin av eini búskaparkreppu har ein stórur partur av inntøkugrundarlagnum verður tikið burtur nærum uttan ávarðing og ofta uttan neyðugar fyrireikingar.
2) Árin av einum skipaðum og stigvísum niðurskurði av ríkisveitingunum.
Undir ?kreppulíknandi? umstøðum fær samfelagið og búskapurin ikki møguleika fyri at gera seg til reiðar til henda inntøkuniðurskurð. Somuleiðis er heldur ikki møguleiki fyri at leggja eina ætlan fyri umskipan og nýhugsan fyri at viga upp ímóti inntøkuminkingini áðrenn inntøkurnar minka. Tá hetta ger seg galdandi vilja standast ávís ?klassisk? árin.
Øðrvísini er, tá ið talan er um ein stigvísan niðurskurð í inntøkuni yvir eitt ávíst áramál. Tá fáa samfelagið og búskapurin sjálvsagt tíð og vitan til at kunna tillaga seg til nýggju umstøðurnar, og harvið vilja árinini ikki verða tey somu. Ein kann enntá fara so vítt sum at siga, at um áramálið til umskipan, tillaging v.m. varð nóg langt, og viljin var til staðar at gera tær neyðugu umskipaninar og tillagingarnar vildu als eingi negativ árin staðist av inntøkuminkingini. Tvørturímóti vildi inntøkuminkingin skundað undir neyðuga nýhugsan og umskipan, ið annars ikki vildi verið innførd, til frama fyri heildarbúskapin og samfelagið. Men hetta er sjálvsagt eisini ov teoretiskt, tí í verðuleikanum, vilja tað standast ávís árin av einum niðurskurði, tó, um rætt verður borið at, ikki so ógvuslig, sum ávíst hevur verið av ávísum búskaparfrøðingum og sum altíð verða hesi árin í sera stóran mun ávirkað av tí búskaparpolitikki, ið valdur verður.
Stutt- og langtíðarárin
Fyri tað næsta, vil eg vísa á, at eg meta tað ikki verða rætt, í samband við ein niðurskurð av ríkisveitingunum, at tosa um: Stutttíðarárin eru árin meðan ríkisveitingarnar verða minkaðar t. d. 10-15 ár og síðan at tosa um langtíðarárin, tá ið ríkisveitingarnar eru heilt burtur.
Her vil eg aftur minna á, at búskapur er eitt dynamiskt fyribrigdi. Ein niðurskurður í ríkisveitingunum fer at fara fram í fleiri stigum yvir eitt ávíst áramál. Tískil verður tað áramálið har ríkisveitingarnar verða skerdar sjálvsagt merkt av bæði stutt- og langtíðarárinum.
Um vit ímynda okkum ein niðurskurð av ríkisveitingunum á hvørjum árið frá árið 1 til ár 15, so vilja langtíðarárinini, sum í stóran mun mugu sigast at verða positiv, uppvega partar av teimum ?negativu? stutttíðarárinum, ið máttu standast, av fyrsta niðurskurðinum, longu verða verðuleiki ár 3, 4 ella ár 5. Hvussu langt áramálið verður áðrenn langtíðarárinini gerast veruleiki gerst styttri jú skjótari vinnulívið, samfelagsbúskapurin og politikkurin tillagar seg, og hetta er aftur heft av teimum fyrireikingum, ið verða gjørdar undan eini tílíkari verkætlan.
Tað vilja soleiðis standast ein blandingur av stutt- og langtíðarárinum yvir tað áramálið, ið ríkisveitingarnar verða skerdar, og tískil vilja árinini als ikki gerast so einsíðis sum ávísar búskaparteoriir vísa á.
Viðmerkjast skal, at yvirskotið á almennu fíggjarætlanini í løtuni er so mikið stórt, at møguleiki er fyri at skerja blokkin í helvt uttan at niðurskurðurin viðførir árin á búskapin ella samfelagið, men her skal hædd takast fyri, at vit eru í góðum árum.
Tænastustøðið
Fyri tað triðja vil eg vísa á, at tann umtalan, ið hevur verið av árininum av minkandi almennum sektori í alt ov lítlan mun hevur víst á tað ávirkan, ið hetta kann fáa á , ikki bert býtið millum almenna- og privata sektorin, hesin parturin hevur verið nógv umtalaður, men eisini á tænastustøðið í samfelagum. Avleiðingarnar á tænastustøðið hevur verið umtalað, men í flestu førum hevur bert verið staðfest, at minni inntøkur eiga at viðføra lægri tænastustøði. Ja, um einki verður gjørt fyri at tillaga og umskipa almenna sektorin, hevði hetta gjørst ein verðuleiki, men verðuleikin er tann, at ein minni almennur sektorur vil, við rættari umskipan geva møguleika fyri nógvum fyrimunum, ið m.a. kunnu gagna tænastastøðinum.
Viðvíkjandi býtinum millum almenna- og privata sektorin, ið verður meira javnt um ríkisveitingarnar minka burtur, hevur hetta í longdini í stóran mun positivar avleiðingar fyri samfelagið sum heild, tí sum Búskaparnevndin eisini vísti á, so er almenni sektorurin í Føroyum í dag ?ov stórur? relativt til tann privata sektorin. Sakin er tann, at tað týdningarmesta tilfeingið, ið Føroyar eiga, er fólkið, ið her býr. Neyðugt er tískil, at samfelagið fær sum mest burturúr tí arbeiðsmegi sum er til taks, og at fólkið fær so góðar umstøður og so nógv frælsi sum møguligt at virka undir.
Sagt hevur m.a. verið, at minkandi ríkisveitingar vilja viðføra lægri tænastustøði, men hetta er eftir mínum tykki ein alt ov einsíðis meting. Hetta kann sjálvsagt vísa seg at gerast veruleiki um neyðug umskipan ikki verður sett í verk, men um rætt verður borið at, kann verðuleikin gerast ein heilt annar. Eingin ivi skal verða um, at niðurskurðurin í ríkisveitingunum og harvið í almennu inntøkunum fer at krevja eina umskipan av almenna sektorinum, soleiðis, at hesin gerst minni. Men við eini skilagóðari umskipan týðir hetta ikki, at tænastustøðið í samfelagnum fellur ella at fólk gerast arbeiðsleys. Summi vilja siga nei, tí ?neyðin lærir nakna kvinnu at spinna?, men hetta meti eg verða at undirmeta føroyingar. Tað eru nevniliga nógv, ið fegin vildu rikið egið virksemi bæði innan tænastur og ídnað, um møguleiki var fyri hesum. Um Føroyar skulu gerast eitt fullveldisríki skulu fleiri fólk setast í starv innan ávís øki, men samstundis vil ein umskipan viðføra at aðrir partar av almenna sektorinum minka, og at føroyingar innan hesi øki fáa møguleika fyri at reka eitt nú tænastuvirksemi, har tað almenna í dag hevur einaræði.
Við eini umskipan, ið viðførir, at almenni sektorurin verður lagaður í enn størri mun til føroysk viðurskifti, at lóggávan verður føroysk og lættari at umsita, at tað almenna útliciterar partar av almennu tænastunum og enntá privatiserar ávísar partar, har mett verður at hetta gevur eina betri tænastu til lægri kostnað o.s.fr., kann tað almenna soleiðis minka útreiðslurnar og samstundis frígeva arbeiðsmegi og marknað, soleiðis, at fólk fáa møguleika fyri at reka egið virksemi og soleiðis kan tænastustøðið varðveitast enntá við møguleika fyri lægri kostnaði, um rætt verður borið at.
Í útlondum sæst, at umskipanir av almennu sektorinum, ið m.a. innibera útliciteringar og í ávísan mun privatiseringar hava víst seg at geva góð úrslit. Her er eitt dømi um útlicitering. Um almenni sekorurin útliciterar eitt nú reingerð og matgerð á sjúkrahúsum og ellis- og umlættingarheimum, verður arbeiðið latið privatum fyritøkum at reka. Men samstundis verða treytir settar, ið privatu fyritøkurnar skullu fylgja, og almenni sektorurin skal síðan gjalda privatu fyritøkunum fyri tænastuna. Hetta verður sjálvsagt bert gjørt innan umráði, har arbeiðið kann gerast eins gott og nú ella betri fyri lægri prís enn tað almenna sjálvt kann gera arbeiðið. Á henda hátt verður møguleiki hjá privatum fyritøkum at koma inn á umráði, ið tað almenna situr á í dag, og tað almenna fær møguleika fyri at bjóða fólki eitt hægri tænastustøðið til ein lægri prís, og kappingin millum fyritøkurnar viðførir, at tænastustøðið hækkar. Hetta hevur víst seg at verða ein sannroynd í flestu førum tá ið útliciteringar eru gjørdar, men sjálvsagt hava útliciteringar eisini miseydnast í ávísum førum. Neyðugt verður tískil at fara fram við umhugsni og fyrivarni, tá ið valt verður at útlicitera ella privatisera fyri at tryggja tænastustøðið og kostnaðarstøðið. Neyðugt er m.a. at tryggja kapping millum fyritøkurnar, tí samfelagsliga er eitt privat monopolvirksemi oftast verri enn eitt alment monopol.
Ein vælskipað umskipan av almenna sektorinum vil í longdini viðføra eitt lægri skattastøði og betri tænastustøði, men hetta eydnast bert, um røttu umstøðurnar verða skaptar fyri privata sektorinum og treytir verða settar til tænastustøði, kapping v.m.. Minkandi almennar útreiðslur og øktar inntøkur frá vinnulívinum kunnu samsvara teimum minkandi ríkisveitingunum, um ein rímulig avtala fæst við donsku stjórnina, men eitt lægri skattastøði kemur ikki upp á tal fyrr enn eitt longri áramál er gingið, og búskapurin og samfelagið hava tillagað seg til nýggju umstøðurnar.
Blokkurin og studningur
Ein trupuleiki í dag er, at av tí, at blokkstuðulin og aðrar ríkisveitingar verða latnar føroyska samfelagnum uttan at samfelagið skal ýta nakað afturfyri, og hesar veitingar verða nýttar úti í samfelagnum, í staðin fyri til uppsparing e.l., hevur blokkurin sama árin á føroyska búskapin sum ávísur studningur til vinnulívið hevur á vinnubúskapin og sum kunnugt hevur hetta sera avlagandi árin á búskapin. Eitt nú, lægri produktivitet, hægri prísstøði og verri kappingarevni o.s.fr.. Stutt sagt verður fulla potentialið hjá samfelagnum ikki nýtt og við tíðini vil hetta verða ein stórur vansi fyri samfelagið.
Torført kann verða at skilja, hvussu tað kann verða til vansa fyri eitt samfelag at móttaka nærum 1 mia. kr. um árið. Sjálvsagt er tað eisini gott fyri samfelagið at fáa henda pening, um hesin bert varð nýttur á rættan hátt, fyri at sleppa undan, at hesin peningur ávirkar javnvágna í samfelagnum og búskapinum negativt, sum í seinasta enda er til vansa fyri øll í samfelagnum. Um blokkurin t.d. varð settur í ein búskapargrunn til m.a. konjunkturjavnan, varð nýttur til uppsparing til støðuginntøku, varð nýttur til at skapa betri karmar hjá vinnulívinum, varð nýttur til effektivisering av almenna sektorinum ? stutt sagt um blokkurin varð nýttur sum ein framtíðaríløga heldur enn til lønir og nýtslu, vildi blokkurin ikki havt tey somu negativu árinini á javnvágina í samfelagnum og búskapinum, ið hann hevur í dag. Á fíggjarætlanini fyri ár 2000 eru broytingar gjørdar soleiðis at møguleiki nú verður fyri, at síggja hvussu stórur partur av blokkinum verður nýttur í føroyska samfelagnum, og hvussu stórur partur verður uppspardur.
Trupulleikin er, at tað sjálvsagt liggur eitt stórt trýst á politikkararnar at økja um útreiðslurnar um peningur er tøkur, og samstundis er spurningurin eisini, hvussu leingi danska stjórnin er fús at geva føroyingum ein blokkstuðul, sum føroyingar velja at nýta til tílík endamál.
Vinnulívspolitikkur
Eitt øki, ið roynt verður at gera meira við, men sum eisini eigur at verða gjørt meira við í Føroyum er vinnulívspolitikkur. Møguleiki er fyri at bøta um karmarnar hjá vinnulívinum í nógv størri mun enn í dag, bæði fyri at tekkjast útlendskum íløgum og fyritøkum og fyri at økja áhugan hjá føroyingum at fara í holt við egið virksemi, fyri m. a. at skapa grundarlag fyri nýggjum vinnum. Tann vinnulívspolitikkur, ið oftast er farin fram í Føroyum er selektivur vinnulívspolitikkur, ið er málrættaður til fiskivinnuna.
Neyðugt er, at hugsað verður meira víttfevnandi við generellum vinnulívspolitikki, soleiðis at umstøðurnar hjá serstakliga nýggjum fyritøkum og vinnugreinum gerast so góðar sum møguligt, samstundis sum gamlar fyritøkur og vinnur fáa so góðar umstøður sum møguligt at nørast í. Somuleiðis hevði verið gott við eini langtíðarætlan fyri, hvørji mál ynskt varð, at náa innan ymsar vinnugreinar innan eitt ávíst áramál, og síðani tilrættisleggja førda politikkin eftir hesi ætlan. Hetta hevði skapt meira tryggleika fyri vinnulívið soleiðis at vinnurnar visti, hvat politiska ætlanin var tey komandi árini. Neyðugt er við støðugum politikki á hesum øki, fyri at fólk kunnu føla seg tryggari, tá ið tey gera íløgur í nýggjar fyritøkur, á tann hátt, at tey vita, at tær fyritreytir, ið vóru galdandi, tá ið tey stovnaðu fyritøkurnar, ikki verða broyttar í heilum.
Tá ið tosað verður um veruliga at gera Føroyar til eitt ?vinnuvinarligt? land á øllum økjum, er ein av stórstu forðingunum hjá Føroyum at vit eru so fá í tali. Ein styrktur vinnulívspolitikkur má tískil fara fram samstundis sum ein umskipan av almenna sektorinum fer fram, soleiðis, at fólk, ófaklærd eins væl og faklærd, verða tøk hjá privata sektorinum. Somuleiðis verður neyðugt, at vinnulívið, í samstarvi við tað almenna, er til reiðar at gera íløgur í útbúgving- og eftirútbúgving av fólki, soleiðis, at tey kunnu nýtast innan tær vinnur, ið hava brúk fyri arbeiðsmegi. Tí tá ið produktiviteturin er høgur, er torført at økja um framleiðsluna uttan tilgongd av arbeiðsmegi. Vit eru nú á veg inn í ?vitunarsamfelagið? og neyðugt er, at stórur dentur verður lagdur á at útbúgva og endurútbúgva fólk, fyri at klára seg í altjóða kappingini. Eingin ivi skal verða um, at um vinnulívið fær tær røttu umstøðurnar í Føroyum og førdur verður ein støðugur og tryggur búskaparpolitikkur og politikkur sum heild, vil arbeiðsloysi gerast tann minsti trupulleikin í Føroyum, trupuleikin verður heldur at tørvur verður á alt fleiri fólki.
Ein umfatandi vinnulívspolitikkur og umskipan av almenna sektorinum vil í longdini viðføra relativt færri almennar útreiðslur og størri inntøkur frá privata sektorinum og er hetta ein grundarsteinur fyri at tryggja tað vælferðarsamfelagið ? ið vit øll kunnu verða samd um, kundi verið betri á nógvum økjum, eitt nú á barnaansingar- og eldraøkinum.
Umskipan innan ella uttan fyri ríkisfelagskapin?
Víst hevur m.a. verið á, at møguleiki er fyri at fullføra stórtsæð allar umskipanir innan fyri ríkisfelagskapin, og tað ljóðar sjálvsagt mikið gott; men spurningurin er: Ber hetta í verðuleikanum til - er politiski vilji til staðar at gera hesar umskipanir, so leingi sum ríkisstuðulin verður latin føroyska landskassanum, sum harvið ger tað fíggjarliga minni átrokandi at fremja neyðugar umskipanir ? Higartil hevur tað víst seg, at ávísar umskipanir eru farnar fram, men hesar hava í alt ov stóran mun verið grundaðar á danskar fyritreytir og danskar skipanir, ið sjálvsagt ikki eru bestu loysnirnar í einum samfelagið sum tí føroyska við 44.000 íbúgvum.
Føroyar hava í dag eitt væl útbygt vælferðarsamfelag, eingin ivi um tað, men neyðugt verður at royna nýggjar leiðir, ið byggja á føroyskar fyritreytir, fyri at tryggja føroyska vælferðarsamfelagið í framtíðini ? um hetta verður innan ella uttanfyri ríkisfelagskapin verður upp til føroyska fólkið at avgerða.
20. oktober 1999
Kristina Danielsen
stud. polit & stud. jur