Umstríddur banki verður nú stovnaður aftur

Næsta ár skulu 5,3 milliónir brúkast til endamálið

Tað elvdi til mikið rok, tá ið undanfarna samgonga avtók Landsbankan.

 

Men nú er greitt, at hann verður endurstovnaður.

 

Tá ið nýggja samgongan legði uppskot fyri fíggjarlóg fyri næsta ár, fram, stóð í henni, at Landsbankin skuldi endurstovnast. Og nú Fíggjarnevndin hevur lagt álit fram um fíggjarlógina, staðfestir meirilutin í henni, sum eru umboðini fyri samgonguna, at so verður.

 

Miðað verður eftir at endurstovna hann tann 1. mai og næsta ár skulu 5,3 milliónir setast av til endamálið.

 

Landsbankin skal vera ein óheftur, tjóðarbúskaparligur stovnur, ið skal virka fyri fíggjarligum støðufesti.

 

Hann skal eisini umsita gjaldføri, fíggjarogn og skuld landsins, gera búskaparfrágreiðingar og geva ráðgeving. Og hann skal harafturat vera fíggjarligt váðaráð, ið skal hava yvirskipað eftirlit við fíggjarligu váðunum í føroyska búskapinum, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.