Fiskiskapurin við Asoroyggjar, sum liggja o.u. 1.200 fjóðringar vestur úr Portugal, er ov vánaligur og orkukrevjandi.
Hesa niðurstøðu komu myndugleikarnir á oyggjunum til í 1998. Málið varð latið fiskirannsóknardeildini á asorska fróðskaparsetrinum, sum skuldi koma við nýtiligum hugskotum um, hvussu bøtt kundi vera um vánaligu útlitini í fiskivinnuni. Úr hesum spurdist ein verkætlan um royndarveiðu við ravmagnsriknum snellum.
Octávio Melo, doktari í fiskifrøði á Asoroyggjum, heitti tískil á Oilwind í Miðvági, sum hann kendi frá privatum føroyskum royndum við føroyskum oljutrýstsnellum í Asorskum sjógvi, og bað teir vera við í royndunum. Føroyski snelluframleiðarin játtaði at lata tvær sjálvvirkandi snellur til royndirnar. Serkønur var A. Guttormur Djurhuus úr Kaldbak, sum skuldi leggja asorbúgvunum lag á í fýra vikur.
Seinkaðar royndir
Verkætlanin varð grundað á, at roynast skuldi eftir trimum fiskasløgum, Pagellus Bogaraveo (en.: Blackspot Sea Bream), Pagrus Pagrus (en.: Red Porgy) og Polyprion Americanus (Rekfiskur). Serliga hin fyrst nevndi er áhugaverdur fyri myndugleikarnar í Asoroyggjum. Beinavegin, tá ið Guttormur var komin í oynna Fajal, hin 11. apríl í ár, varð hann kunnaður um, hvussu farast skuldi fram. Vágasnellurnar báðar vórðu settar í glastrevjabátin, Guernica, sum er góðar 32 føtur til longdar. Men royndirnar vórðu seinkaðar fleiri dagar, tí viðførið úr Føroyum var seinkað. Tá ið kuffertini við loddum, húkum og eykalutum umsíðir komu fram, var veðrið somikið vánaligt, at ikki var farandi á flot.
Meðan bíðað varð eftir líkindum, var Guttormur umborð á asorskum fiskirannsóknarskipi. Her umborð høvdu teir eina svenska snellu, sum ikki riggaði. Og ikki bar til at umvæla hana, tí eingin nýtsluleiðbeining var.
Sløk byrjan
Ikki fyrr enn fjúrtan dagar eftir, at Guttormur var komin til Asoroyggjar, batnaði veðrið so frægt, at avgjørt varð at loysa.
- Vit fóru úr býnum, Horta, har fiskirasnsóknastovan heldur til, klokkan trý á morgni, føroyska flaggdagin, 25 apríl, og sigldu suður á Asorbankan. Óslætt var í sjónum, har vit royndu á 90 favna dýpi, og onki var at fáa. Síðani fluttu vit nakað suður í eysturkantin. Meðan vit royndu, lógu vit fyri íla, tí dýpið er so skiftandi og grunnurin so smalur, greiðir Guttormur frá.
Men fyrsti royndartúrurin fekk ein bráan enda. Guttormur meiddi seg av falli umborð, og neyðugt var at bróta túrin av. Tá høvdu teir fingið tveir Blackspot Sea Bream og nakað av rossamakreli og vanligum makreli. Alt var fingið við Vágasnellunum, sum vóru settar at fiska eftir vanligari fiskiskrá við fíling, sum vanligt er í Føroyum.
Seinna royndin frægari
Tveir dagar seinni hitti Guttormur mannin, sum átti bátin, ið nýttur var til royndirnar. Hesin verður hildin at vera av dugnaligastu fiskimonnum á asoroyggjum. Teir báðir Guttormur gjørdu í felag eina nýtsluleiðbeining á portugisiskum, og á henda hátt bar manningini á bátinum til at kunna seg um føroysku snellurnar.
Eina góða viku eftir óhappið umborð á Guernica, var aftur farið til útróðurs. Um náttina hin 4. mei varð lagt frá landi og siglt suður Princesse Alice Bankan. Manningin taldi fýra.
- Vit royndu allan dagin. Dýpið var um 75 favnar. Fiskiskapurin var heilt góður. Hendan dagin fingu vit eini 1.000 pund av Blackspot Sea Bream, javnt býtt millum menn, ið nýttu snellu og menn ið fiskaðu við hond. Roynt varð bert við aðrari snelluni. Dorgin, vit nýttu á hesi snellu, hevði o.u. 40 húkar nr. 4, egndir við makreli, rossamakreli ella sardinum. Ein metur var millum teymarnar, sum eisini vóru ein metur til longdar. Í niðara enda av dorgini var ein steinur (uml. 1 kilo) hongdur, og nakað av slakki varð givið út eftir at komið var á botn. Við kenn varð meiri lína givin út, og tá ið nóg mikið varð hildið vera á, varð drigið. Hin snellan varð nýtt at flyta gamalt agn og slógv niður á o.u. 15 favnar yvir botninum »at gjara út við«, sigur Guttormur Djurhuus.
Hesin seinni royndartúrurin var tríggjar dagar langur, og fongurin vág eini 2.000 pund. Nógv hin størsti parturin av veiðuni var Blackspot Sea Bream. Avreiðingarprísurin er um 80 krónur fyri kilo.
Góð fyribils niðurstøða
Í niðurstøðuni eftir royndirnar við Asoroyggjar sigur Guttormur Djurhuus, at øðrvísi innstilling til snelluna átti at verið roynd.
- Fíliferð, bitfer og fílilongd skulu vera so lág og stutt sum gjørligt, meðan fílisteðgurin eigur at vera so langur sum gjørligt, heldur hann.
Sambært Guttorm eru tveir veiðuhættir serliga áhugaverdir, undir slíkari veiðu eftir Blackspot Sea Bream. Annar er við 30 metra dorg við 30 húkum og loddi á endanum. Loddið verður hildið leyst av botni. Hetta er hátturin, ið menn á Asoroyggjum nýta, tá ið teir royna við hondsnøri.
Hin hátturin er eisini við dorg, men hendan er 40 metrar til longdar og hevur 40 húkar. Lítið lodd er á endanum á dorgini, meðan størri lodd er á endanum á snellulínuni, t.v.s. omanfyri dorgina. Undir hesum fiskiskapi er alneyðugt at vera ansin, tá ið kastað verður, so dorg og lína ikki koma í fløkju. Lorað verður til stóra loddið er á botni. Heintilongdin frá botni skal vera 9,9 metrar.
Royndirnar við ravmagnsriknu vágasnellunum av slagnum 03-16 við Asoroyggjar eydnaðust sambært Guttormi. Og tær halda fram eitt ár. Framhaldandi verður roynt eftir tí dýra Blackspot Sea Bream.