Undirhald í journalistiskum hami

Tað er ikki bara Sjúrður Skaale, sum finst at útvarpssendingini Vágskálin.

Í lesarabrævið, sum in.fo umrøddi fyrr í morgun, finst Sjúrður Skaale at Kringvarpi Føroya fyri útvarpssending teirra, Vágskálin. Hann ákærir millum annað sendingina fyri at bróta øll journalistisk faklig prinsipp. 

 

Sjúrður Skaale er ikki hin einasti, sum heldur lítið um nýggju sendingina hjá Kringvarpinum.

 

Onnur tíðindafólk, teirra millum Ingolf Sólheim Olsen, tekur eisini til mótmæli móti sendingini, sum hann metir er ein undirhaldssending, klædd í journalistiskan ham.

 

- Main-stream-andin og æviga strembanin eftir at undirhalda hyggjararanar var av fyrstan tíð eitt eyðkenni fyri popputar lýsingarrásir, men eru eisini langt síðani vorðnar stavnhaldið á public service-rásunum. Alt skal verða eftir "X-Faktor" og "Vild med dans"-konseptinum, har vinnarar skulu kjósast og taparar dømast út, skrivar hann í eini viðmerking á Facebook.

 

Hann vísir á, at skyldan hjá einum Public Service-miðli sum Kringvarpinum, er at lata fólk betur í at vera partur av fólkaræðnum og at gera tey betur før fyri sjálvi at taka støðu og velja.

 

- Hetta er tað øvugta av tí. Her snýr tað seg um, hvør dugir best kropsmál og at spæla sjónleik.

 

Hann óttast fyri, at hesar sendingarnar, sum ikki viðgera politiska boðskapin, men einans framførslurnar, ávirka støðutakanina hjá fólki og tí ávirka úrslitið av fólkatingsvalinum. 

 

Ein annar tíðindamaður, Uni Arge, sær ikki sama trupulleika við sendingunum. Hann heldur, at politikkarar, sum finnast at tílíkum sendingum eru alt ov erkvisnir.

 

- Teir skulu sanniliga tola at verða ummældir, eins og ein og hvør, ið dittar sær at geva út eina bók, eina fløgu ella okkurt annað.

 

Uni Arge er tó eisini samdur við nógvum av tí, Ingolf Sólheim Olsen sigur, og eftirlýsir meiri fakligt innihald í sendingunum.

 

- Detektor-leikluturin skuldi annars verið brúktur nógv meir. Hvat er rangt, og hvat er rætt. Fram við tí, skrivar hann.