- Í morgun vitjaði umsitingin hjá Nes kommunu í nýggja og hugnaliga Undirhúsinum á Toftum, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði Haldor Gaardbo, formanni í nevndini fyri Undirhúsið, eina jólagávu, sum er ein klokka.
Soleiðis siga tey í Nes kommunu í dag.
- Borgarstjórin bar fram eina heilsan, har hann eitt nú segði, at gávan er ein viðurkenning fyri gott samstarv og ein viðurkenning av tí góða felagsskapi, sum Undirhúsið er.
Nes kommuna ynskir góðan trivnað fyri allar aldursbólkar. Tí ynskir kommunan eisini at vera ein góður viðleikari hjá Undirhúsinum.
Tað var í januar 2025, at flutt varð í nýggja Undirhúsið.
- Í 2023 gjørdu kommunan og Undirhúsið leiguavtalu um, at kommunan kundi innrætta alment wc-ið í kjallarahæddini, sum varð tikin í nýtslu á vári 2025, verður sagt í Nes kommunu í dag.











