ROKNSKAPUR
Føroya Banki hevur almannakunngjørt roknskapin fyri fyrstu seks mánaðirnar av 2003. Seinastu árini hevur bankin almannagjørt eitt metstórt yviskot fyri og annað eftir. Men nú er aftur gerandisdagur í Føroyum, og Føroya Banki hevði fyrstu seks mánaðirnar í ár eitt undirskot áljóðandi 29 mió. áðrenn skatt. Eftir skatt er hallið 23 milliónir krónur. Hetta er fyrstu ferð síðani 1993, at Føroya Banki hevur havt undirskot.
Og undirskotið skyldast alivinnuni. Føroya Banki er noyddur at síggja truplu støðuna hjá vinnuni í eyguni, og neyðugt hevur verið at økt burturleggingar í sambandi við lánveitingarnar til alivinnuna við 124 milliónum. Samanlagt hevur Føroya Banki burturleggingar fyri í alt 607 mió. kr.
Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sigur, at tað er ilt at meta um, hvørt Føroya banki fer at tapa allan hendan pening, ella tað verður møguligt seinni at inntøkuføra ein part av burturleggingunum, soleiðis sum tað hevur borið til í nítiárunum.
Inntøkuførdu burturleggingarnar teljast millum fremstu orsøkirnar til, at Føroya Banki síðanin 1993 hevur havt risayvirskot.
Upp og niður
Tað løgna ella paradoksið við hálvársroknskapinum hjá Føroya Banki er, at burtursæð frá gongdini í alivinnuni, so er úrslitið betri enn nakrantíð.
Yvirskotið av fíggjarpostum er 153 milliónir, og tað er 8,2% meira enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Burtursæð frá alivinnuni hevði Føroya Banki 95 milliónir í yvirskotið, og hetta er tað mesta nakrantíð.
? Vit eru sera væl nøgdir við rakstrarúrslitið burtursæð frá alivinnuni. Tølini eru
sum heild sum tey plaga at vera, og roknast skal ikki við, at undirskot í roknskapinum verður vanligt hjá Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen.
Forstjórin roknar við einum yvirskoti seinna hálvár.
Hálvársúrslitið hjá Føroya Banki sigur eisini nógv støðuna hjá føroyska
búskapinum og samfelagnum, har bankin, sum er sloppin at kalla heilt undan tapum seinnu árini, eisini missir pening. Hetta er nakað, sum bankin áður hevur tosað um.
? Tað kom eitt sindur seinni, enn vit høvdu roknað við, men tað rakti okkum
harðari, sigur Jørn Astrup Hansen.
Men fólk skulu als ikki rokna við, at Føroya Banki við sínari 1,4 mia. stóru eginogn er í vanda.
? Hetta er eingin katastrofa. Føroya Banki er væl fyri, og hetta verður ikki
vanligt í framtíðini, sigur Jørn Astrup Hansen.