»Ung í Føroyum 2001« á ferð

Partur av tilfarinum frá ?Ung í Føroyum 2001? verður sýndur fram í Føroya Banka

 

Fyrst í februar í ár var ein tvørlistarlig ungdómsstevna í Norðurlandahúsinum, har 60 ungfólk í aldrinum 13 til 18 ár høvdu møguleika at royna sítt hugflog í 7 ymiskum verkstøðum innan myndlist, teldulist, tónleik v.m.

Fyri tey ungu var hetta eitt sera hendingaríkt vikuskifti við góðum møgu-leikum at royna teirra listarligu dreymar, og tey fingu nógv burtur úr bæði listarliga og persónliga.

Tey ungu hava verið sera virkin og skapandi.

Føroya Banki hevur stuðlað tiltakinum ?Ung í Føroyum 2001?, og sum liður í hesum verður skipað fyri eini ferðandi framsýning í deildum bankans við einum parti av tilfarinum, sum er egnað til tílíka framsýning, tað vil siga tilfar sum er teknað, skrivað, málað ella avmyndað á ein ella annan hátt.

Framsýningarnar verða frá týsdegi kl. 09.30 til og við fríggjadegi kl. 16.00 á hesum støðum:

Tórshavn

13. -16. mars 2001

Saltangará

20. - 23. mars 2001

Miðvágur

27. - 30. mars 2001

Tvøroyri

3. - 6. apríl 2001

Klaksvík

9. - 11. apríl 2001